Men hetta verður ikki uttan svørslag frá einum ein mest týðandi partaeigarunum, nevniliga norska oljugrunninum. Norski oljugrunnurin hevur nevniliga gjørt greitt, at hann fer at atkvøða ímóti at lata Musk lønarpakkan, tá uppskotið verður lagt fyri aðalfundin 6. november. Pakkin fevnir um eitt tíðarskeið uppá 10 ár, har stór krøv verða sett til Musk á fleiri økjum.
Oljugrunnurin telist millum teir 10 størstu íleggjararnar í Tesla við umleið 37 mió. partabrøvum til eitt virði uppá 170 mia. norskar kr.
Oljugrunnurin skrivar í eini viðmerking til málið, at tað viðurkennur týdningin, sum Musk hevur havt fyri virðisøkingini av fyritøkuni, men metir upphæddina vera ov stóra og fer at skaða aðrar partaeigarar og hava avleiðingar fyri váðan.
Oljugrunnurin hevur áður verið ímóti líknandi lønarpakkum til Elon Musk. Roknað verður tó ikki við, at mótstøðan frá norska oljugrunninum fer at hava nakran týdning, tí sannlíkt er, at lønarpakkin verður samtyktur. Elon Musk hevur eisini hótt við at taka seg úr felagnum, um lønarpakkin ikki verður samtyktur.
Kelda: e24
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald