Uttanlands

COP26: Heimsins lond semjast

197 tjóðir á COP26 ráðstevnuni í Glasgow hava tikið undir við avtalu um at steðga veðurlagsbroytingunum.

Alok Sharma, forseti fyri COP26, er í hesi løtu við at avgreiða mongu lutirnar í endaligu veðurlagsráðstevnuni í Glasgow.

Alok Sharma, forseti fyri COP26, er í hesi løtu við at avgreiða mongu lutirnar í endaligu veðurlagsráðstevnuni í Glasgow.

2021-11-13 20:43 Author image
Jan Müller
placeholder

Heimurin hevur í kvøld samtykt eina søguliga  avtalu um at skerja munandi um útlátið av vakstrarhúsgassum komandi árini til tess at steðga veðurlagsbroytingunum.

Í tvær vikur hava 197 lond tingast og fundast á COP26 ráðstevnu í Skotlandi um at kunna semjast um eina avtalu, sum tryggjar, at CO2 útlátið kann minkast so mikið, at hitavøksturin verður í mesta lagi 1,5 stig í 2050.

Hóast øll luttakandi londini ikki eru fult nøgd við endaligu orðingarnar í avtaluni frá ráðstevnuni, so hava tey kortini gjørt av at taka undir við uppskotinum til endaliga avtalu.

Ein av stóru stríðspurningunum hevur verið tey fossilu brennievnini og her serstakliga kol. Tað hevur verið eitt ynski um at fáa við í avtaluna eitt krav um at áseta ein dag til at stegða kolaframleiðslu og -nýtslu. Nú eru so orðingarnar í mun til fyrsta útkastið broyttar soleiðis, at ístaðin fyri at skriva í avtaluna, “to face out coal”, so verður skrivað “to face down coal.

Onnur mál, sum hava verið raðfest ovarliga á ráðstevnuni, er fíggingin av avleiðingunum av veðurlagsbroytingunum í menningarlondunum, sum eru meinast rakt av broytta veðurlagnum.

Eisini eru samtyktir gjørdar um at steðga oyðingini av skógunum. 

Aðrir spurningar eru at økja um nýtsluna av elbilum, at minka um metan-útlát og yvirhøvur at menna varandi orku. 

Fyri at geva ráðstevnuni eitt veruligt lyft er eisini avgjørt at halda eina nýggja ráðstevnu um eitt ár í Egyptalandi.  Tá skulu  lond kunnað um, hvat tey hava gjørt fyri at minka um útlátið og hvussu tey ætla at halda fram við tí. 




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder