Uttanlands

COP26: Semja um at gevast at oyða skógirnar

Í dag fara umleið 100 lond á COP26 veðurlagsráðstevnuni at samtykkja avtalu ímóti avskóging kring heimin.

Nú skulu heimsins skógir fáa frið og ikki verða oyddar til tess at geva rúm fyri landbúnaði siga fleiri enn 100 lond á COP26

Nú skulu heimsins skógir fáa frið og ikki verða oyddar til tess at geva rúm fyri landbúnaði siga fleiri enn 100 lond á COP26

2021-11-02 09:46 Author image
Jan Müller
placeholder

Eitt av málunum, sum hevur høga raðfesting á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Glasgow, er at steðga herviligu avkógingini, ið fer fram mest sum um allan heimin.

Nú hava fleiri enn 100 lond, sum umboða 85% av skóginum í heiminum, avtalað at seta í verk forboð móti oyðing av heimsins skógum. Tað fer at fáa stóran týdning fyri arbeiði at steðga veðurlagsbroytingunum. Millum londini, sum hava skrivað undir avtaluna eru USA, Kina og Brasilia.

Í dag hvørva stórir partar av skógum kring heimin, tí skógarøkini ístaðin skulu brúkast til landbúnað. Hetta ger seg ikki minst galdandi í Amazon økinum í Brasilia. Í avtaluni verður eisini miðjað móti at planta nýggj trøð kring heimin. Ein grunnur við 19 mia. dollarum skal vera við til at fíggja avskógingina.

Tað eru tó ikki øll, sum eru so bjartskygd um nýggja sáttmálan, tí longu í 2014 var avgerð tikin um júst tað sama, og enn er tann avtalan ikki  í sett í verk. At fella trøð hevur við sær stóra øking í CO2 útlátinum, tí júst skógirnar eru við til at fanga og goyma vakstrarhúsgassir, so hesi ikki sleppa út í atmosferuna.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder