Uttanlands

COP27: Tey ríku dálka og mugu tí gjalda

Á altjóða veðurlagsráðstevnuni, sum varð sett  í Egyptalandi í dag, er stóri spurningurin, um tey ríku londini vilja gjalda fyri teirra egnu dálking í teimum fátæku londunum

2022-11-06 20:00 Author image
Jan Müller
placeholder

Altjóða veðurlagsráðstenvan COP27 fer fyrst og fremst at snúgva seg um álvarsligu veðurlagsstøðuna í heiminum, har vandi er fyri, at hitin fer at vaksa til 2,6 stig heldur enn tey 1,5 stigini, sum miðjað hevur verið ímóti. Hitin hevur sett met tey seinastu átta árini á rað og er ein høvuðsorsøkin sambart flestu granskarum  mannaskaptu útlátini av veðurlagsgassum verður sagt í nýggjari ST frágreiðing. Hon vísir á, at ongantíð hevur turkurin, ódnirnar og yvirflóð verið so oyðandi kring heimin sum nú. Sum dømi liggur ein triðingur av Pakistan undir í vatni. 

Á undanfarnu ráðstevnuni í Glasgow varð løgd ein ætlan fyri framtíðar veðurlagspolitikkin, og  nú skal tann ætlanin setast í verk. Og tað er eingin løtt uppgáva, nú kríggj herjar í Evropa, matvøruneyð ger um seg eins og inflatión og orkukreppa. 

Tað er í hesi støðuni, at ríkaru londini í heiminum, nú skulu til at taka støðu til, um tey vilja rinda 100 mia. dollarar um árið til menningarlondini bæði til at rinda fyri oyðileggingarnar eins og umleggingina til grøna skiftið. Hetta var eitt av høvuðsmálunum í Glasgow men tá fekst ikki full semja um upphæddina. 

Nú verður stórt trýst lagt á ríku ídnaðarflondini at rinda fyri avleiðingarnar av veðurlagskreppuni í menningarlondunum. Enn er óvist, um tað fer at eydnast  fátækaru lodnunum í eitt nú Afrika og Asia at sannføra ríkaru londini um, at tey hava ábyrgdina av dálkingini og tí mugu gjalda fyri hana. 

COP27 fer at vara í 12 dagar og eru har eisini umboð úr Føroyum, teirra millum Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvis- og veðurlagsmálum. 


Keldur: BBC, DR, NRK, E24, Washington Post, CNN

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder