Tað eru júst 10 ár síðani, at heimsins tjóðir samtyktu Parísavtaluna um at avmarka útlátið av vakstrarhúsgassum. Nú skulu somu lond vísa, at tey eru før fyri at vísa í verki tað londini hava bundið seg til í royndunum at steðga veðurlagsbroytingunum. Vónin er, at londini koma ásamt um og áseta júst, hvussu tey gera orð og lyfti til veruleika. Tað hevur tó víst seg, at londini hava ikki megnað at liva upp til lyftið um ein hitavøkstur uppá í mesta lagi 1,5 stig.
![]()
Nú ger nýggj ST frágreiðing greitt, at vit sleppa neyvan undan einum hitavøkstri undir 2,5 stig, og tað er m.a. hesa sannroynd, sum tey mongu luttakandi londini á COP30 skulu fyrihalda seg til. Hetta kemur so eisini í kjalarvørrinum á ógvusligum veðurlagsbroytingum kring allan heimin, seinast við ódnini Melissa.
Tí siga stigtakararnir undan ráðstevnuni, at: “COP30 therefore must deliver stronger, credible, and more equitable commitments”. Tvs. at ráðstevnan rætt og slætt má vísa á nógv meira gevandi og álítandi úrslit gjøgnum at binda seg til avmarking av útlátinum.
![]()
Evnini eru mong og eitt teirra, sum fáa høga raðfesting er elektrifisering, ið skal gerast ein av mest týðandi grundarsteinunum undir framtíðar veðurlagspolitikkinum.
Eftirspurningurin eftir el bara veksur og fer at vera 30% av orkunýtsluni í 2030 og omanfyri 50% í 2050. Hetta skal gerast við varandi orku, goymslum, nútímans neti og øðrum tiltøkum, sum kunnu hjálpa til at røkka heimsins veðurlagsmálum.
Sól- og vindorka standa longu fyri stóra partinum av vøkstrinum í elframleiðsluni. Henda gongd skal halda fram og mennast við framhaldandi burðardyggari tøkni, sum skal vera við til heilt at broyta orkulandslagið.
Vøksturin í sól- og vindorku setir stór og nýggj krøv til elnetið, og fer júst menningin av elnetinum at vera ein av kjarnuspurningunum á COP30.
![]()
Ein afturvendandi spurningur, sum eisini fer at fáa høga raðfesting, er lyftið frá teimum ríkaru londunum at vera við til at fíggja grøna orkuskiftið í menningarlondunum. Hetta má síggjast aftur í veruleikanum og ikki bara sum tóm lyfti.
Stór misnøgd er annars við, at fleiri av mest týðandi stjórnarleiðarunum í heiminum, og nettupp í teimum londum, sum standa fyri størsta útlátinum, eru ikki við, eitt nú forsetarnir í Kina, India og USA. Tað skilst fer Donald Trump at gera tað hann er mentur fyri at spenna bein fyri ráðstevnuni á sama hátt hann gjørdi í sambandi við ársfundin hjá altjóða sjóvinnufelagsskapinum IMO herfyri.
![]()
Í Danmark er stór ónøgd við, at Mette Fredriksen, forsætisráðharri hevur givið avboð at fara til Brasil. Grundgevingin er komandi kommunalvalið. Nú Danmark hevur havt formansskapin í ES og verið við til at fáa londini at samtykkja nýggj veðurlagsmál, verður tað hildið at vera sera óheppið, at forsætisráðharrin ikki kann vera við til COP30, har arbeiðið hjá Danmark í ES til frama fyri veðurlagstiltøkum, fer at standa ovarliga á skránni.
Annars verður roknað við, at trupla geopolitiska støðan í heiminum í løtuni fer at ávirka bæði orðaskiftið og avgerðir á COP30. Tí er eingin trygd fyri, at henda ráðstevnan fer at flyta so nógv, sum væntað og vónað verður millum politikarar, umhvørvisfólk og onnur. Orkutrygdin í eitt nú Evropa eftir russisku innrásina í Ukraina er eisini nakað, sum kann ávirka úrslitið av COP30.
Verturin fyri ráðstevnuna, brasilski forsetin Lula fer eisini at fáa mótstøðu frá teimum, sum vilja steðga olju og gassi heilt, nú nettupp Lula hevur gjørt greitt, hvussu stóran týdning olja og gass fer at hava fyri brasilska búskapin í framtíðini. Lula hevur annars víst á tað stóra arbeiði, sum hann og stjórnin hava staðið fyri at steðga rudding av Amazon skógini, nakað, sum hevur stóran týdning fyri grøna orkuskiftið.
Keldur: Financial Times, Reuters, DR
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald