Uttanlands

Danir gevast við at kanna sabotasju av Nord Stream

Hetta hendir stutt eftir, at Svøríki avgjørdi at gevast við sínum kanningum

2024-02-26 18:53 Author image
Jan Müller
placeholder

Danska løgreglan sigur nú frá, at hon er givin at kanna sabotasjuna av Nord Stream gassleiðingini í Eystursjónum. Tað hendir bert stutt eftir, at svenska løgreglan hevur tikið eina líknandi avgerð. Donsk løgregla sigur sambært NRK, at grundarlag er ikki longur fyri at halda fram við kanningunum. 

Tað var í september í 2022, at framt varð herverk móti gassleiðingunum Nord Stream 1 og 2 nærhendis Bornholm. 

Russar hava longu funnist at donsku avgerðini, sum teir halda er burturvið. Annars hava gitingar verið frammi um, at russar stóðu aftanfyri ráðagerðina, men eisini ukrainar eru lagdir undir at hava sprongt hol á leiðingarnar. Gassleiðingarnar ganga úr Russlandi til Týsklands. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder