placeholder
Uttanlands

Danir skunda undir olju- og gassframleiðslu

Eftir at hava verið undangongulandið innan grøna orkuskiftið, fylgir Danmark nú øðrum londum við at lata uppaftur fyri nýggjari framleiðslu av olju og gassi

2022-10-05 08:09 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta verður gjørt fyri at tryggja orkutrygdina í ikki bara Danmark men í Vesturheiminum sum heild. Síðani russar gjørdu innrás í Ukraina er orkutrygdin vorðin fremsta málið í Evropa og í heiminum sum heild. Sanktiónir móti Russlandi hava gjørt, at Evropa nú manglar orku her serstakliga gass. Russland hevur annars verið høvuðsveitari av gassi til Evropa. 

Stóru ídnaðarlondini í ES t.d. Týskland, Háland og Italia vilja hava onnur lond í Evropa at økja um leiting og framleiðslu av olju og gassi. Støðan er vorðin so mikið álvarslig, at umframt at økja um gassframleiðslu verður dentur lagdur á at lata uppaftur bæði kolaorkuverk og kjarnorkuverk. 

[object Object]

Júst í hesum døgum verður týðandi stig tikið til at taka í brúk aftur størsta gassfeltið í Danmark, Tyra. Tað var latið aftur í 2019 vegna umvælingar og nútímansgerð. Nú verður so nýggjur útbúnaður tikin í nýtslu, og um eitt ár ella so kann Tyra fara undir aftur framleiðslu. Útbyggingin kostar 21 mia. kr.

Sum støðan er í dag kann Tyra feltið lata 90% av gassnýtsluni hjá Danmark. Tað, sum verður framleitt aftrat bæði frá Tyra og øðrum gassfeltum, kann so fara til at metta stóra gasstørvin í øðrum londum í Evropa. 

[object Object]

Umframt Tyra eru eisini fleiri onnur felt, sum nú veita orku til Evropa. Men orkunýtslan er so mikið stór, at tað, sum Tyra kann framleiða av gassi, nøktar bert 0,4% av orkunýtsluni í Europa. 

Heimsmet í lyfting á sjónum

Stóra søgan rundan um Tyra feltið er nýggja og áttanda modulið í útbyggingini, sum júst er komið úr Asia.  Tað vigar 17.000 tons og er tað størsta  lyftið í heimsøguni til havs, sum stóra kranaskipið Sleipner hjá Heerema hevur staðið fyri.  Tað er felagið TotalEnergies, sum stendur fyri hesum stóra feltinum, ið tað keypti frá Mærsk nøkur ár herfyri. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder