Nógv er broytt síðani danir fyri umleið 40 árum síðani nærum einmælt mótmæltu og søgdu kortanei til at útbyggja orkuskipanina við kjarnorkuverkum. Nú síðani grøna orkuskiftið hevur fingið fastatøkur er kjarnorka eisini vorðið ein av møguleikunum at fara frá fossilari orku til meira burðardygga og minni dálkandi orku.
Fleiri av flokkunum í valstríðnum til kommunuvalið í Danmark peika nú á kjarnorku sum tað orkuslagið, ið best kann avloysa olju og gass uppá longri sikt. Spurt verður um kjarnorkuverk kunnu vera partur av loysnini, tá kommunurnar skulu røkka sínum veðurlagsmálum.
![]()
Finland raðfestir kjarnorkuna fyrst og fremst fyri ikki at vera bundið at innfluttari orku úr m.a. Russlandi. Her størsta kjarnorkuverkið í Evropa í syðra partinum av Finlandi.
Tey, sum ganga inn fyri kjarnorku, vísa á, at hon er tryggasta orkukeldan, sum framleiðir streym 24 tímar um samdøgrið við ongum útláti. Hon er ikki bundin at sól og vindi heldur. Tey, sum eru ímóti kjarnorku, vísa á, at hon er alt ov dýr, tað gongur ov seint at fáa hana til høldar, og síðani veit eingin, hvar burturkastið skal fara.
![]()
Tey, sum eru fyri at kanna kjarnorku sum framtíðar orkukelduna, siga, at tøknin er so mikið nógv broytt síðani mótstøðuna í 70-árunum, at tað er avgjørt rætt at royna kjarnorku. Kanningar vísa, at annarhvør dani heldur, at tað er rætt at kanna, um kjarnorka eigur at vera partur av framtíðar orkuskipanini. Bert ein triðingur er ímóti.
Skulu einstakar kommunur fara undir at leggja orkupolitikkin til rættis við kjarnorku, so verður neyðugt at broyta lógina, sum ikki loyvir kjarnorku.
![]()
Ein orsøk til at kjarnorka nú aftur er á breddanum er støddin á kjarnorkuverkum. Gransking og kanningararbeiði er komið til, at tað ber til at byggja smærri kjarnorkuverk, sum tá verða bæða bíligari og skjótari at seta upp.
Í dag eru 120 kanningarverkætlanir í gongd kring heimin við smærri kjarnorkuverkum, sonevndum “Small Modular Reactor”. Hesi eru longu tikin í nýtslu bæði í Kina og Russlandi. Í Danmark eru tvær fyritøkur, sum arbeiða við at menna smærri kjarnorkuverk.
Serfrøðingar á økinum meta, at fyrstu kjarnorkuverkini av hesum slag kunnu keypast um eini 10 ár.
Kelda: DR
https://snl.no/kjernekraft_i_verden
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald