Hetta er fyrstu ferð, at slíkt loyvi verður givið til framleiðslu av olju og gassi á eini nýggjari leið í danska partinum av Norðsjónum síðani 2017. Talan er um Solsort verkætlanina hjá Ineos, sum skal vera klár til at veita olju og gass til marknaðin í 2023. Nýggja oljuleiðin verður knýtt í Syd Arne gassleiðina, har tað so skulu gerast ymsar broytingar og útbyggingar eisini.
Í løtuni verður ein onnur gassleið, Tyra hjá TotalEnergies, gjørd klárt til framleiðslu aftur. Henda varð steðgað nøkur ár herfyri, tí tørvur var á nýútbygging og umvæling. Talan verður um eina spildurnýggja framleiðslueind, sum skal tryggja Danmark bæði olju og gass í mong mong ár. Í sambandi við stóra tørvin á olju og serliga gassi eftir russisku innrásina í Ukraina hevur danski orkuráðharrin Dan Jørgensen sett fram ynski um, at útbyggingin av Tyra feltinum bleiv framskundað.
Danska fólkatingið samtykti herfyri lóg um at loyva olju- og gassframleiðslu fram til 2050. Um somu tíð varð avgjørt at seta forboð fyri nýggjari leiting, men hetta forboð fevnir ikki um leiðir, sum liggja uppat verandi og komandi framleiðsluleiðum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald