Hetta verður staðfest, nú nýggjar útrokningar eru gjørdar fyri eitt av grønu flaggskipunum hjá donsku stjórnini. Tí hevur orku- og veðurlagsmálaráðharrin Lars Aagaard steðgað verkætlanini fyribils fyri at kanna onnur alternativ. Tað skrivar Altinget.
Ætlanin var annars at bjóða út uppgávur til verkætlanina nú men tað er so útsett til seinni í ár. Stjórnin hevur tó ikki við hesi avgerð slept ætlanini at byggja eina orkuoyggj í Norðsjónum, sum skal vera ein tann mest týðandi parturin av grøna orkuskiftinum í Danmark.
Ætlanin var at byggja eina nýggja oyggj 80 kilometrar úti í Norðsjónum, har staturin er høvuðseigari. Í fyrstu atløgu skal orkuoyggin samla og býta streymin til Danmark og elnetið í grannalondunum umframt at framleiða grøn brennievni við hjálp av power-to-x tøkni frá vindmylnylundum í grannalagnum svarandi til 3 gigawatt í 2033. Hetta skal kunna nøkta streymnýtsluna hjá 3 mió. húsarhaldum. Uppá longri sikt er málið, at verkætlanin skal víðkast til 10 gigawatt.
Samlaðu íløgurnar í oynna í infrastruktur og atknýttum havvindmylnulundum verða væntandi 210 mia. kr. Hetta fer at gerast størsta íløga í útbyggingar í donsku søguni.
Hóast danska stjórnin hevur tikið undir við verkætlanini, so hava fyritøkur so sum Ørsted funnist at verkætlanini, sum kann gerast ein alt ov váðafull íløga.
Umboð fyri Green Power Denmark siga seg skilja væl avgerðina hjá stjórnini at útseta útbjóðingina av orkuoynni í Norðsjónum, sum tey tó halda stjórnin ikki má sleppa.
-Her er talan um eina sera stóra íløgu, har alt skal gerast frá botni av. Eingin hevur áður roynat at byggja nakað líknandi, og tí er tað væl skiljandi, at stjórnin hevur brúk fyri meiri tíð at umhugsa hetta og har eisini taka Fólkatingið við í avgerðirnar sigur Thomas Aarestrup Jepsen, stjóri í Green Power Denmark sambært Altinget.
Eisini hjá Dansk Erhverv er semja um, at tað er rætt av stjórnini at taka eitt “timeout” í sambandi við orkuoynna. Men leggur aftrat, at hetta treytar eisini eina skjótari menning og útbygging av sól- og vindorku á landi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald