
Tyra leiðin fer væntandi at framleiða 2,8 mia. kubikkmetrar av gassi um árið. Sambært felagnum varð gassnýtslan í Danmark í fjør uppá 1,4 mia. kubikkmetrar.
Tí fer henda so týðandi orkuleiðin eisini at kunna veita gass til grannalondini sigur Ole Hansen, stjóri í TotalEnergies í Danmark.
Tyra leiðin hevur verið fyri umvæling og útbygging síðani 2019. Roknað verður við at danska gassframleiðslan fer at vera ein kappingarneyti hjá stóru norsku gassframleiðsluni, tó at tørvur er á øllum framleiddum gassi í Evropa fyri at sleppa undan russiska gassinum, sum kortini tørvur verður á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald