Uttanlands

Danmark letur 100 mió. kr. til stríðið móti koli

Kol og kolaorka halda fram við at fylla nógv á altjóða veðurlagsráðstevnuni í Glasgow í hesum døgum. Nú vil Danmark eisini vera við. 

2021-11-05 15:16 Author image
Jan Müller
placeholder

Í vikuni tóku 40 lond á COP26 avgerð um so líðandi fram til 2050 at steðga nýtsluni av koli í orkuskipanum. Kortini eru størstu brúkararnir av koli, Kina, India og USA ikki partur av hesum.

Um somu tíð hava fleiri lond eisini gjørt av at gevast við at fíggja kolaverkætlanir í útlondum eins og steðga  fígging av olju- og gassverkætlanum.

Nú vil Danmark eisini hava ein leiklut í hesum og hevur gjørt av at seta av 100 mió. kr. til lond, sum í dag eru bundin at koli í sínum orkuframleiðslum. Kol er í dag tann einstaka orkukeldan, sum stendur fyri størsta partinum av CO2 útlátinum við umleið 37%. Á COP26 hava lond gjørt greitt, at tey vilja stuðla serstakliga menningarlondum at skifta frá koli til varandi orkukeldur, skrivar Ritzau sambært EnergiWatch. 

-Við hesum pengunum vilja vit vera við til at stongja kolaorkuverk og samtíðis stuðla menning av varandi orkuveiting, sum kann avloysa kol sigur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod. Hann luttekur á COP26 í Glasgow.

Peningurin, sum kemur á donsku fíggjarlógina fyri 2022, skal brúkast í Suðurafrika, India, Indonesia og Philipsoyggjunum. Danski ráðharrin skuldi í gjár hitta orkuráðharran í Indonesia, sum er størsti útflytari av koli í heiminum umframt at vera stórbrúkari av koli í síni orkuskipan. 

Kofod viðgongur tó, at lond sum Kina, ið stendur fyri mesta útlátinum hjá einum landi, fer at økja um sína kolanýtslu fyri at nøkta eftirspurningin eftir streymi. Landið ætlar sær eisini at byggja nýggj kolaorkuverk komandi árini. Kina hevur annars boðað frá, at tað fer at vera CO2 neutralt í 2070.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder