Hetta skrivar Altinget, nú danski vinnuráðharrin Morten Bødskov og verðurlags- og orkuráðharrin Lars Aagaard hava verið á fundi við amerikanska sendiharran í Danmark, Alan Leventhal og umboð fyri fleiri danskar fyritøkur. Endamálið við hesum fundinum var at varpa ljós á møguleikarnar hjá donskum grønum fyritøkum at gerast partur av grøna orkuskiftinum í USA.
Hetta høvi kemur eftir, at Biden stjórnin hevur sett lógir í verk, sum skulu tryggja tað grøna orkuskiftið í USA. Tá nýggju lógirnar komu í gildi í fjør varð tað sera væl móttikið í donsku orkuvinnuni, sum sá stórar møguleikar fyri at gera íløgur í USA eins og fáa uppgávur í tí grøna orkuskiftinum har. Biden og stjórn hansara hava síðani valið lagt til rættis at flyta USA frá verandi orkunýtslu við olju og gassi og koli til varandi orkukeldur.
Seinni hevur henda jaliga tilgongdin fyri danskar fyritøkur fingið eitt skot fyri bógvin, nú tað er vorðið alt meira sjónligt, at amerikanska stjórnin ætlar at raðfesta amerikanskar fyritøkur, tá tað ræður um grøna orkuskiftið. Tvs. at íløgurnar, sum stjórnin fer at gera í orkuskiftið fyrst og fremst skulu koma amerikonskum fyritøkum til góða. Hetta síggja ikki bert Danmark men EU lond sum heild sum eina forðing fyri útflutningi av grønum orkuútbúnaði úr Evropa til USA. Òtti er fyri, at Biden eins og undanfarna stjórnin undir Trump fer at stuðla og verja amerikonsk áhugamál og amerikanska vinnu í kappingini við eitt nú EU.
Nú kundi so okkurt bent á, at fundurin millum danskar ráðharrar, vinnuna og amerikanska sendiharran er ætlaður at beina fyri forðignum fyri samstarvi og fyri at geva pláss til danskar fyritøkur í USA. Danir halda seg hava nógv at bjóða amerikanska marknaðinum fyri at fremja grøna orkuskiftið.
"Vit standa í eini nýggjari geopolitiskari heimsstøðu, har stórt trýst er á veitingarvinnuni og høgari inflatión. Tí er tað sera gott, at USA nú roynir at skunda undir grøna orkuskiftið við m.a. teimum nýggju lógunum, sum Biden fyrisitingin hevur sett í verk”, sigur Morten Bødsgaard, sambært Altinget. Hann ger tó greitt, at tað eigur at verða fylgt við, hvussu eitt nú nýggja Inflatiónslógin fer at ávirka kappingarføri innan ávísar sektorar.
Bødskov er tó sannførdur um, at danskt vinnulív kann vinna kappingina um grønu arbeiðsplássini og grønan vøkstur. Fundurin við amerikanska sendimannin er tí ein roynd at fara undir eitt miðvíst samstarv, sum skal tryggja møguleikarnar hjá donskum fyritøkum í USA.
Enn eru tó ongar ítøkiligar ætlanir um slíkt samstarv og møguleikar hjá donskum fyritøkum skrivar Altinget. Amerikanski sendiharrin sigur, at danskt vinnulív kann fáa avgerandi týdning fyri at hjálpa USA við at røkka teimum høgt settu veðurlagsmálunum.
Lars Aagaard veðurlags- og orkuráðharri sigur, at henda gongdin er góð fyri veðurlagið og fyri møguleikarnar hjá donskum fyritøkum, nú USA ger so stórar íløgur í grøna orkuskiftið. “Altjóða samstarv er avgerandi fyri, um tað grøna orkuskiftið skal eydnast”, sigur hann
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald