Uttanlands

Danmark: Óvissa um 8. útbjóðingarumfar

Franska felagið Total hevur tikið umsókn sína aftur. Ósamsvar millum veðurlagsmál og Norðsjóvaravtaluna

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-10-09 11:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Danska stjórnin fer nú at kalla partarnar í sokallaðu Norðsjóvaravtaluni til nýggjar tingingar um olju- og gassvinnuna í Norðsjónum, nú felagið Total, sum er størsti útvinnari í Norðsjónum, hevur tikið sína umsókn til 8. útbjóðingarumfar aftur.

Tað boðaði danska Veðurlags-, orku- og veitingarráðið frá í tíðindaskrivi í gjár.

Sambært ráðharraráðnum skapar tað óvissu um 8. útbjóðingarumfar, at Total nú tekur seg aftur, hóast tað sambært ráðharraráðnum framvegis eru minst tveir umsøkjarar eftir.

- Avgerðin hjá Total um at taka seg aftur skapar ein iva um, hvørt 8. útbjóðingarumfar kann gjøgnumførast. Tí kallar stjórnin nú partarnar inn til nýggjar tingingar, stendur í tíðindaskrivinum dambært miðlinum finans.dk.

Franska felagið Total tók í 2018 yvir rættindini hjá Maersk Oil í Norðsjónum. Felagið gjørdist sostatt størsti parturin í Dansk Undergrunds Consortium, DUC.

8. útbjóðingarumfar varð sett í verk sum úrslit av Norðsjóvaravtaluni frá 2017. Aftan fyri avtaluna stóðu tásitandi stjórn við flokkunum Venstre, Liberal Alliance og teimum konservativu umframt Socialdemokratiet, Dansk Folkeparti, Radikale Venstre og SF.

Útbjóðingarumfarið varð skotið í gongd á sumri í 2018. Tað gevur rættindi til at leita og vinna olju og gass í Norðsjónum fram til miðskeiðis í 2050’unum. Ætlanin hevur rent seg á mótstøðu frá fleiri síðum, tí Danmark nú alment skal vera CO2-nevtralt í 2050.

Klimarådet, sum er óhefti ráðgevin hjá stjórnini í veðurlagsviðurskiftum, hevur eisini mælt til at útseta 8. útbjóðingarumfar, og í januar valdi Dan Jørgensen, veðurlags, orku- og veitingarráðharri eisini at útseta.

Hvat nú skal henda við olju- og gassleiting í Danmark í framtíðini er óvist, og tí eru flokkarnir kallaðir saman.

- Stjórnin leggur dent á at tryggja tryggar og støðugar karmar fyri olju- og gassídnaðin í danska partinum av Norðsjónum, herundir tey verandi arbeiðsplássini og íløgurnar, sum eru gjørdar, samstundis sum hædd verður tikin fyri høga veðurlagsmálinum hjá stjórnini og Fólkatinginum. Stjórnin sær fram til at tingast við flokkarnar um, hvussu tann besta javnvágin millum hesar báðar raðfestingarnar kann finnast, skrivar ráðið í tíðindaskrivinum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder