Uttanlands

Danska oljuævintýrið 50 ár - nógv olja og gass eftir í undirgrund

Danmark fer framhaldandi at vera týðandi framleiðari av olju og gassi, hóast landið hevur steðgað nýggjari leiting

1. august 1972 skrúvaði Hendrikur prinsur frá fyrstu donsku oljuni umborð á tangaskipinum “Marie Nærsk”, meðan Mærsk Mc-Kinney Møller, stjóri var hjástæddur.

1. august 1972 skrúvaði Hendrikur prinsur frá fyrstu donsku oljuni umborð á tangaskipinum “Marie Nærsk”, meðan Mærsk Mc-Kinney Møller, stjóri var hjástæddur.

2022-08-02 12:57 Author image
Jan Müller
placeholder

1. august vórðu liðin 50 ár, síðani fyrsta danska oljan kom upp úr Norðsjónum. Hesi árini hevur danska staturin forvunnið 500 mia. kr. frá olju- og gassframleiðsluni og hevur landið meginpartin av tíðini verið sjálvveitandi við olju og gassi eins og útflutt stórar nøgdir til útlandið. Olja og gass hava verið ein týðandi grundarsteinur undir danska vælferðarsamfelagnum.

[object Object]

Nú farið er um eitt vegamót verður samtíðis mett, at Danmark í 2027 fer at gerast nettoútflytari av bæði olju og gassi. Síðani fer oljuframleiðslan at falla, meðan framleiðslan av gassi fer at halda fram við at vera størri enn eginnýtslan  fram til 2035.

Danska fólkatingið samtykti í 2020 eina lóg, sum sigur, at framleiðslan av olju og gassi skal steðga heilt í 2050. Samtykt varð eisini, at nýggj leiting eftir olju og gassi skal steðga frá 2020.



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder