Ørsted, sum fyrr var eitt olju- og gassfelag burturav undir heitinum DONG, ið arbeiddi í Norðsjónum og eisini á føroyska landgrunninum, var eitt av teimum fyrstu stóru oljufeløgunum, sum legði heilt um frá olju, gassi og koli til varandi orkukeldur, her ikki minst vindorku. Nú hevur felagið kunngjørt úrslitið frá í fjør, sum er góðar 10 mia. Hetta eru góð tíðindi ikki minst fyri danska statin, sum eigur 51% av fyritøkuni, og ikki minst fyri grøna orkuskiftið, har nettupp Ørsted verður mett at vera gimsteinurin í donsku orkukrúnuni.
Hóast góða úrslitið hevur kappingin á grøna orkumarknaðinun verið sera hørð, ikki minst nú tey stóru og peningasterku olju- og gassfeløgini eru farin at leggja størri og størri dent á varandi orkukeldur. Kortini meta eygleiðarar, sambært DR, at Ørsted er lív lagað sjálvt undir eini sera harðari kapping við orkurisar sum Shell, BP, ENI, TotalEnergies og Equinor.
Danska fyritøkan hevur tann fyrimun framum aðrar orkufyritøkur, at hon hevur sum tann fyrsta verið við til at menna vindorku til havs, nakað, sum hevur vundið sera nógv uppá seg kring allan heimin. Kappingin hevur annars gjørt, at partabrævið hjá Ørsted er nógv minkað seinasta árið.
Stjórin í felagnum segði á tíðindafundi í dag, at Ørsted er farið at varpa ljós á aðrar orkukeldur enn vindorku eisini. Eitt nú liggur fyritøkan frammaliga í royndunum at finna grøn brennievni til bæði skip og flogfør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald