Danmark skal nú av álvara liva upp til málini um at røkka longur á grønu leiðini. Hetta kom fram á tíðindafundi í gjár, tá Mette Fredriksen, forsætisráðharri gjørdi greitt, at nú skal turbo setast á íløgur í havvindmyllur og setast skulu av 1,25 mia. kr. frá almennari síðu.
-Vit skulu speeda upp grøna orkuskiftið í Danmark við m.a., at 30% av havøkinum kring Danmark skal brúkast til vindmylnulundir segði forsætisráðharrin. Hon vísti á, at elframleiðslan frá vindmyllum skal m.a. brúkast til sonevndu Power to X skipanina, sum merkir, at grøni streymurin frá havvindmyllum skal brúkast til at framleiða vetni. Danmark skal ganga á odda í Evropa at framleiða vetni. Miðjað verður móti at gera íløgur í havvindorku fyri 200 mia. kr., sum skal koma frá privatum og realkreditti.
Enn ein orsøk til avgerðina hjá stjórnini er trygdarpolitisk, nú Danmark ikki longur skal vera heft at orku úr m.a. Russlandi. Formaðurin í danska Klimaráðnum fegnast um avgerðina hjá stjórnini, men heldur, at tíðin er komin til at síggja grøna orkuskiftið í verki heldur enn bara á pappírinum. Menningin av havvindorku skal koma uppá 6 gigawatt um árið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald