Danska stjórnin fer í hesum árinum at seta ferð á útboðið av tilsamans 9 gigawatt havvindi, sum skal vera grundarlagið fyri eini fimmfaldan av donskum havvindi fram til 2030 skrivar Søfart sambært Ritzau.
Níggju gigawatt svara til elnýtsluna hjá 9 mió. húsarhaldum, og harvið skal Danmark til at veita grønan streym til stórar partar av Evropa.
Danski veðurlagsráðharrin Lars Aagard sigur, at Danmark hevur sera góðar møguleikar at útbyggja havvindorkuna og tí ætlar stjórnin sær longu í mars at fara undir arbeiðið at seta gongd á útbjóðing longu í ár. Tey 9 gigawattini stava frá eini avtalu, sum varð gjørd longu í juni í fjør og sum ein stórur meiriluti í danska fólkatinginum tók undir við.
Ráðharrin ætlar at kanna møguleikan fyri, at vindmyllurnar kunnu standa tættari, soleiði at møguleiki verður fyri at framleiða meira enn 9 gigawatt.
Útbjóðing av vindorkuøkjum í Danmark er í tveimum. Umframt hesa umrøddu útbjóðing so finst eisini enn ein kallað Open Door, sum í løtuni er vorðin sett í bíðistøðu. Hetta kemst av, at lógarverkið í ES møguliga ikki loyvir hesum slagnum av útbjóðing.
Skipanin loyvir statinum at lata øki ókeypis til feløg, sum vilja seta upp havvindmyllur men tá mugu tey eisini standa fyri øllum útreiðslum, sum hava samband við havvindmyllur.
Havvindur er í dag vorðin ein góð forrætning, og tí eru tað tey, sum vilja gjalda fyri at fáa loyvi. Enn er ógreitt um stjórnin fer at taka pening fyri at lata øki til havvind. Stjórin í Dansk Erhverv, Brian Mikkelsen sigur seg bera ótta fyri, at fleiri umsóknir verða tiknar aftur, og tað vil hann royna at forða fyri, og tí vil hann hava , at ein loysn verður funnin á Open Door skipanini.
Tað ræður nú um hjá stjórnini at forða fyri, at fleiri av teimum, sum hava bíðað eftir loyvum í fleiri ár, nú hava mist tolið og serstakliga eftir ivan um, hvussu ES reglar skulu tulkast.
Danmark var fyrsta landið í heiminum, sum fór undir at byggja út vindorkuna við havvindmylnulundum. Tað hendi í 1991. Og síðani hevur landið bygt út tilsamams 15 lundir av hesum slag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald