Hetta vísir ein kanning, sum Bloomberg New Energy hevur gjørt um støðuna sum heimsins størsti framleiðari av vindmyllum í 2021.
Vestas framleiddi vindmyllur svarandi til 15,2 GW í farna ári. Eftir Vestas kemur kinverska fyritøkan Goldwind við 12.0 GW og á triðja plássi kemur Siemens Gamesa við 8,64 GW. Síðani koma Envision við 8,46 GW og amerikanska GE við 8,3 GW. GE var størsti framleiðari í 2020. Samlaða framleiðslan av vindmyllum í fjør setti eisini altjóða met eitt einstakt ár við 99,2 GW móti 98,5 GW árið fyri.
Tær seks vindmyllurnar, sum feløgini Røkt og EFFO í hesum døgum seta upp á Gellingarkletti, eru frá Vestas. Her verður gjørt klárt til at seta myllurnar upp. Mynd Jan Müller
Vindmyllur á landi stóðu fyri 83% av øllum vindmyllum, meðan havvindmyllurnar stóðu fyri 16,6 gigawattum. Heimsins størsti marknaður fyri vindmyllur í fjør var Kina, sum sambært Bloomberg kanningini stóð fyri 5,8 GW. USA setti upp næstmest vindmyllur í fjør við 13 GW.
Keldur: Bloomberg, EnergyWatch
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald