Innanlands

Deep Energy aftur á Havnini

Hesaferð at kroka og skifta manning

Deep Energy aftur á Havnini. Mynd Jan Müller

Deep Energy aftur á Havnini. Mynd Jan Müller

2025-06-02 16:01 Author image
Jan Müller
placeholder

Í farna mánað fingu havnarfólk ein rættiligan kvøkk, tá tey sóu eitt sera óvanligt og risastórt frálandsskip við bryggju í nýggju havnini í høvuðsstaðnum. Deep Energy, sum er 195 metrar langt, hevði leitað sær henda vegin eftir útgerð, sum skipið skal brúka í sambandi við útbygging av stóru olju- og gassleiðini Rosebank eystan fyri Føroyar.

[object Object]

Vitjanin varð kærkomin fyri tey mongu, sum nú í longri tíð hava vónað, at útlendsk veitarafeløg fóru at vísa Føroyum ans, nú stór útbygging av eini oljuleið stutt frá føroyska markinum hevur verið í umbúnað og loksins er farin í gongd av álvara.

Eftir at hava skift manning og fingið útgerðina, sum skal brúkast í sambandi við rørlegging á havbotninum eystan fyri Føroyar, umborð, fór Deep Energy stuttu leiðina út á oljuleiðina, har enn eitt frálandsskip hjá reiðararíinum og veitarafyritøkuni Technip, Deep Explorer er farið undir kavarauppgávur á havbotninum í sambandi við gassrørleggingina til Hetlands.

[object Object]Enn eitt av skipunum hjá Technip, sum er til arbeiðis á Rosebank leiðini eystan fyri Føroyar. Her Deep Explorer, sum ger kavingararbeiði á havbotninum. Fara vit eisini at síggja tað í Føroyum? Hvør veit!


Nú er Deep Energy so aftur á Havnini. Hesaferð mest fyri at kroka, nú nógvur vindur hevur verið á leiðini men eisini fyri at skifta part av manningini. Skipið hevur so eisini ligið og kroka uttanfyri Æðuvík í nakrar dagar frætta vit frá umboðsmanninum hjá skipinum, Jonhard Johannesen.

Hann sigur, at vónin er, tá slíkt stórt frálandsskip kemur í føroyska havn, at eigararnir kenna seg tryggar og væl viðfarnar, hvat bæði vørum og tænastum viðvíkur. Sum skilst eru hesar fyrstu vitjaninar eisini ein roynd at kanna, hvussu Føroyar rigga sum útgerðarstað. Nakað, sum kann fáa stóran týdning fyri føroyskar veitarar í framtíðini, nú aðrar úbyggingar við markið eisini standa á skránni.

[object Object] Henda boripallin, Deepsea Atlantic, fara vit skjótt at síggja eystan fyri markið. Hann skal bora fyri Equinor á Rosebank leiðini. 

Útbyggingin av Rosebank fer at taka gott og væl eitt ár aftrat. Borast skulu 7  brunnar, áðrenn framleiðslan kann byrja í seinnu helvt av 2026. Tað verður boripallurin Deepsea Atlantic, sum skal bora brunnarnar á djúpum vatni í Norðuratlantshavi og harvið livir upp til sítt navn,  í øðrum ársfjórðingi í ár.

[object Object]Og um ikki so langa tíð fara vit eisini at síggja risastóra framleiðsluskipið Petrojarl Knarr á oljuleiðunum eystan fyri Føroyar. 

[object Object]

Seinni fara vit so eisini at síggja stórt framleiðsluskip, Petrojarl Knarr á oljuleiðini 15 kilometrar eystan fyri markið. Tað verður í løtuni gjørt klárt í Dubai og skal eftir ætlanini liggja á Rosebankleiðini komandi 25 árini.

[object Object]

[object Object]

So tætt við Føroyar verður stór útbygging av olju- og gassleið nú gjørd. Spennandi verður at fylgja víðari gongdini á Rosebank – her ikki minst, hvussu og um hon eisini fer at fevna um Føroyar og føroyskar veitarar – eins og hon kann hava týdning fyri framtíðar leiting í føroyskum øki eisini.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder