Sambært heimasíðuni hjá Betri Banka boðar norska oljufelagið DNO nú frá at, felagið er sinnað at keypa partabrøv, sum føroyingar eiga í Faroe Petroleum, til kurs GBP 1,52 fyri hvørt partabrævið.
Felagið (DNO) tilskilar sær samstundis rættin til at avmarka keypið, soleiðis at føroyskir partaeigarar møguliga ikki fáa selt øll partabrøvini í Faroe Petroleum, sum teir vilja selja. Tilboðið stendur við til fíggjadagin 21. desember á middegi sigur Betri Banki.
Nevndin og leiðslan í Faroe Petroleum hevur annars fleiri ferðir ávarað partaeigararnar um ikki at taka av tilboðnum frá DNO, sum felagið metir vera alt ov lágt og sigur tað vera eitt sokallað “fíggindaligt stig” móti felagnum. Nevndarformaður í Faroe Petroleum, John Bentley sigur, sambært Energy Voice, at tilboðið frá DNO undirmetir veruliga virðið á felagnum og vísir m.a. á, at felagið hevur verið eitt tað oljufelagið, sum hevur fingið mest burtur úr sínum borivirksemi í Norðsjónum seinastu árini og nú í seinastuni eisini hevur gjørt ein fyri felagið sera gagnligan swap-sáttmála við norska Equinor, sum fer at økja munandi um virðið á felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald