Uttanlands

Dyggur smeitur fyri battarímenning í Evropa

Nú um dagarnar fór risastóra battaríverkætlanin “Northvolt” í Svøríki í konkursviðgerð. Hetta er eitt skot fyri bógvin í grøna orkuskiftið í Evropa.

2024-12-19 17:44 Author image
Jan Müller
placeholder

Stóri vøksturin í framleiðsluni av elbilum, vindmyllum, sólkyknum og aðrari grønari tøkni, sum m.a. byggir á battaríir, hevur sett ferð á battaríframleiðsluna fyrst og fremst í USA og Kina, men Evropa vil eisini vera partur av hesi so týðandi grøna orkuskiftinum í kapping við USA og Kina. Tí vóru vónirnar til risaverkætlanina Northvolt í Norðursvøríki sera stórar, tá farið varð undir at byggja eina verksmiðju, sum skuldi menna og framleiða battaríir og battarítøkni. Stórir íleggjarnar tóku undir  við verkætlanini, tí teir sóu, at Evropa skuldi eins og Kina og USA eisini kappast um skjótt vaksandi battaríídnaðin. 

[object Object]

Millum størstu íleggjararnir vóru m.a. Volkwagen og Goldman Sachs. Stovnari av fyritøkuni, sum ætlanin var skuldi byggja út í fleiri evropeiskum londum, var Peter Carlsson, fyrrveradni stjóri í Tesla. Hann er síðandi farin frá. 

[object Object]

Millum íleggjararnar var eisini danska pensiónsfelagið ATP, sum nú roynir at leggja hesa nærum ævintýrligu verkætlan aftur um seg. Northvolt er nevniliga við at fara konkurs og er í løtuni í eini konkursviðgerð. Íleggjarar hava longu mist milliardir av krónum og her eisini ATP, sum hevur mist 2,3 mia. kr. Nú viðgongur leiðslan í felagnum, at váðin var alt ov stórur. Kortini verður ikki mett, at henda skeiva grøna íløgan fer at koppa hesum múgvandi danska pensiónsfelagnum, sum er gott fyri 700 mia. kr. 

[object Object]

Ein av høvuðsorsøkunum til, at Northvolt ikki eydnaðist sum ætlað - í hvussu er fyribils - er tann sera harða kappingin við USA og Kina, har júst battaríframleiðsla hevur havt vind í seglunum og eisini har er ein kjarnin í grøna orkuskiftinum.

[object Object] 

Ætlanin við Northvolt var, at hon skuldi vera juvelurin í grønu krúnini hjá ES og Evropa í kappingini við USA og Kina. Hon skuldi vera ein høvuðsmotorurin í grøna orkuskiftinum í Evropa. Gekk sum ætlað skuldi fyritøkan við framleiðslu í bæði Svøríki, Týskalandi og Kanada kunna nøkta 25% av battarítørvinum í EVropa í 2030.

[object Object]

[object Object]

[object Object]

Keldur: E24 og  

https://www.ttnews.com/articles/northvolt-pension-fund 

https://ussalsahbaz.medium.com/the-fall-of-northvolt-who-is-responsible-for-europes-battery-setback-b075803d5d88

https://www.pubaffairsbruxelles.eu/opinion-analysis/northvolts-struggles-a-cautionary-tale-for-the-eu-clean-industrial-deal/

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder