Innanlands

Effo leggur fram nýggja orkuverkætlan

Hon verður kunngjørd á tíðindafundi seinnapartin

Gunnar Nielsen, stjóri í Effo fer seinnpartin at leggja fram eina spildurnýggja orkuverkætlan. Mynd Effo

Gunnar Nielsen, stjóri í Effo fer seinnpartin at leggja fram eina spildurnýggja orkuverkætlan. Mynd Effo

2023-10-27 11:41 Author image
Jan Müller
placeholder

Í dag klokkan 13 verður ein spildurnýggj orkuverkætlan løgd fram á høvuðsskrivstovuni hjá Effo í Havn. Fyritøkan, sum dagliga veitir olju og oljurelaterðar vørur til bæði føroyingar og útlendingar, hevur eisini lagt seg eftir at gerast týðandi partur av grøna orkuskiftinum, sum føroyska samfelagið hevur sett sær fyri at raðfesta.

[object Object]Vindmylnulundin á Gellingarkletti. 

Effo hevur eins og hitt oljufelagið Magn gjørt stórar íløgur í vindorku á landi í Føroyum.

Fyritøkan Effo tók í februar í ár í nýtslu nýggju vindmylnulundina á Gellingarkletti saman við felagnum Røkt. Hon er í dag størsta vindmylnulundin í landinum og framleiðir grøna orku inn á netið hjá SEV.

[object Object]

Tá vindmylnulundin á Gellingakletti alment varð tikin í nýtslu í februar. Fv. Janus Thomsen, táverandi stjóri í Effo, Johan í Niðristovu, stjóri í Røkt og Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, sum í dag vegna Effo fer at leggja fram nýggja orkuverkætlan. Mynd Jan Müller


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder