Hetta hendir júst 10 dagar eftir, at felagið skrúvaði fyri gassinum til stóran part av Evropa og her fyrst og fremst til Týskland, nú gassleiðingin skuldi umvælast. Stórur spenningur hevur verið serstakliga í Týsklandi, um Russland yvirhøvur fór at lata uppaftur fyri gassinum fyri harvið at revsa lond í Evropa, sum hava sett í verk sanktiónir móti Russlandi. Hetta upplýsa altjóða miðlar í morgun.
Kortini er veitingin ikki eins stór, sum hon var undan umvælingararbeiðinum, men umboð fyri Nord Stream 1 sigur, at skjótt verður full framleiðsla aftur. Og hóast gassið nú flýtur aftur, so er stórur ivi um, hvussu leingi tað varar. Stjórnarleiðarar í Evropa bera nevniliga ótta fyri, at Russland kann skrúva fyri aftur gassinum, um ikki lond vilja ganga undir russisk krøv. Týskland er størsti keyparin av russiskum gassi. Flestu húsarhaldini brúka gass. Haraftrat kemur tungídnaðurin, sum burturav er bundin at russiska gassinum. Heilar 26 mió. húsarhald í Evropa brúka gass úr Russlandi.
Í gjár gjørdi leiðslan í ES greitt, at Evropa má fara undir at minka um gassnýtsluna við 15% komandi mánaðirnar, uttan mun til hvat Russland fer at gera. Hóast Russland letur uppaftur fyri gassinum, so fer tað kortini at varðveita minkingina uppá 40%, sum hevur verið galdandi í eina tíð. Ein eygleiðari sigur við danska útvarpið í morgun, at stórur møguleiki er fyri, at Putin fer at skrúva niður aftur fyri gassinum fyri at skapa spjaðing í Evropa. Hann kann grundgeva fyri hesum við tøkniligum avbjóðingum ella rætt og slætt siga, at ávís lond og øki, sum ikki vilja gera eftir russiskum boðum, fáa ikki alt tað gassið teimum tørvar.
Evropa hevur tørv á at fylla gassgoymslurnar fyri at kunna klára ein kaldan vetur. Tí vil ein minking í nýtsluni samtíðis, sum skrúvað er frá aftur gassinum, fylla goymslurnar skjótari.
32% av gassnýtsluni í Evropa koma úr Russlandi. Undan krígnum í Ukraina var hetta talið væl størri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald