2023-05-03 08:50
Eldur kyknaði í morgun í einari russiskari oljugoymslu í bygdini Volna í russiska Krasnodar-landslutinum – nær við brúnna til Krim-hálvoynna.
Tað upplýsir lokali guvernørurin sambært tíðindastovuni Reuters.
Russiskir miðlar skriva, at orsøkin er eitt dronuálop.
Fyri fýra døgum síðani var eisini eldur í einari aðrari oljugoymslu í havnabýnum Sevastopol á Krim, sum Russland hertók í 2014. Russar søgdu, at Ukraina stóð aftanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald