Ongin fekk skaða, men løgreglan hevur stongt tunnilin út til oynna Melkøya uttan fyri Hammerfest eftir at eldur kom í gassvirkið hjá Equinor í gjár. Eisini er bann sett fyri at flúgva í luftrúminum í einum radius á fimm kilometrar frá oynni, skrivar thebarentsobserver.com.
Eldur kom í eina turbinu á virkinum klokkan 15.30 lokala tíð í gjár, og um 18-tíðina høvdu tey fingið tamarhald á eldinum og roykinum.
Fyribils er framleiðslan av flótandi LNG jarðgassi støðgað sambært trygdarreglunum á virkinum.
Vatn er sprænt yvir so at siga alt virkið fyri at køla skipanina. Í fyrstuni ávaraði løgreglan um, at eldurin kundi breiða seg til størri partar av økinum, men um kvøldið varð ávaringin tikin aftur.
Framleiðslan av flótandi jarðgassi í Hammerfest byrjaði í 2007. Virkið tekur ímóti gassi frá Snøhvit-boriøkinum í Barentshavinum. Gassið verður flutt á marknaðin í Evropa og Asia.
Framleiðslan á virkinum varð støðgað 11. september. Eldsbrunin kyknaði bert fáar tímar eftir, at gongd varð sett á framleiðsluna aftur, skrivar thebarentsobserver.com.
Fleiri gasslekar hava verið hesi 13 árini, sum gass hevur verið virkað á Melkøya. Norsku myndugleikarnir fyri trygd í oljuídnaðinum hava fleiri ferðir funnist at trygdini á virkinum hjá Eqinor. Eqinor æt fyrr Statoil.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald