Innanlands

Elframleiðslan var 58 posent burðardygg fyrsta ársfjórðing

Hóast frostbinding í mars hevur vatnorkan roynst væl í ár

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-04-17 17:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Januar og februar mánaði royndust væl í mun til grøna orku, meðan kalda veðrið í mars tarnaði serliga vatnorkuframleiðsluni.

Vatnorkan stóð fyri størsta partinum av grønu orkuframleiðsluni, t.e. góð 30 prosent, men størsta lutfalsliga framgongdin var at síggja í vindorkuframleiðsluni. Síðan fyrsta ársfjórðing í fjør eru tvær vindmyllulundir komnar afturat í meginøkinum, og úrtøkan úr vindorku er økt úr sløkum 16 GWt í fyrsta ársfjórðingi í fjør upp í góðar 30 GWt í fyrsta ársfjórðingi í ár.

Samlaða framleiðslan úr grønari orku fyri alt landið í fyrsta ársfjórðingi 2023 kom upp á 67,7 GWt, sum er góð 11 prosent hægri enn teir 60,8 GWt sama tíðarskeið í fjør.

Eftirspurningurin eftir elorku veksur støðugt. Vit brúktu sløk 10 prosent meira elorku í fyrsta ársfjórðingi í ár enn í fjør. Samlaða framleiðslan kom upp á 117 GWt í mun til slakar 107 GWt fyrstu tríggjar mánaðirnar í fjør.

Býtið av orkukeldum var: 42 prosent olja, 31 prosent vatnorka, 26 prosent vindorka og 1 prosent biogass. Nøgdirnar úr sól og sjóvarfalli eru lutfalsliga so lítlar, at tær ikki koma upp um 0,01 prosent av samlaðu framleiðsluni. 

Suðuroy: 100 prosent grøn í 29 samdøgur

Hyggja vit at Suðuroynni fyri seg, var grøna orkuframleiðslan sløk 61 prosent av samlaðu framleiðsluni í Suðuroy í mun til 42 prosent sama tíðarskeið í fjør.

Eftirspurningurin eftir elorku í Suðuroy øktist við 3,7 prosentum fyrsta ársfjórðing í ár, meðan framleiðslan úr grønum orkukeldum øktist 50 prosent.

Býtið av orkukeldum í elframleiðsluni í Suðuroy var: 43 prosent vindur, 39 prosent olja og sløk 18 prosent vatnorka. Framleiðslan úr sólorku minkaði við góðum 16 prosentum og røkk einans 0,18 prosent av samlaðu framleiðsluni.

Í fyrsta ársfjórðingi 2023 var elframleiðslan í Suðuroy yvir 80 prosent grøn í tilsamans 41 samdøgur, og 100 prosent grøn í 29 samdøgur.

Í meginøkinum var elframleiðslan yvir 80 prosent grøn í 20 samdøgur.

Kelda: sev.fo 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder