Seint fyrrapartin varð sambandi á sonevnda Estlink 2 elkaðalin slitið. Hesum boðaði finska felagið Fingrid frá.
Talan er um ein kaðal á 170 kilometrar, harav 147 kilometrar av teimum eru sum ein havkaðal. Hann gongur millum Finnland og Estland. Londini í Eystarasalti eiga tveir slíkar saman. Tann styttri av hesum, Estlink 1, riggar sum vant.
Kort yvir káplarnar. Tað er "2'arin", sum av ein og hvørjari orsøk ikki er virkin (Skýggjamynd: tv2.dk)
Estlink 2 hevur í nakrar mánaðir í ár verið óvrikin vegna viðlíkahald. Tað er óvist, um tað hevur nakað við hetta at gera, men tað er ikki óvanligt at líknandi ting henda.
Herverk verður ikki útihýst sum møguleiki av myndugleikum í Finnlandi og Estlandi. Kaðalbrot hava ikki verið heilt óvanlig í hesum økinum seinastu árini - millum annað Nord Stream sum eru gassrør.
Í Finnlandi hevur hetta onga beinleiðis ávirkan á elveitingina ella á vantaðan elprís. Heldur størri ávirkan hevur tað í Estlandi. Hendingin verður tó tikin í stórum álvara í báðum londum, og finski forsætisráðharrin hevur skrivað stutt um hendingina á sosiala miðlinum X.
Í løtuni verður roynt at funnið útav, hví og hvussu kaðalin hevur fingið skaða. Tað kunnu framvegis ganga fleiri tímar, til ein niðurstøða kann gerast.
Høvuðskelda: tv2.dk
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald