Uttanlands

Elon Musk lækkar aftur prísin á Tesla bilum

Hetta hevur hann gjørt fleiri ferðir seinasta árið.

2023-04-12 19:53 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er um at lækka prísin á nøkur av mest vælumtóktu bilmodellunum Model Y og Model 3 við upp til 120.000 kr. í eini roynd at økja um eftirspurningin skrivar Finansavisen. Síðani eru prísirnir justeraðir nakrar ferðir aftrat eisini fyri tey dýraru modellini Modeld S og Model X. Nú verður so sambært Bloomberg umhugsað at gera enn eina príslækking í USA. Musk sigur, at mong ynskja sær ein Tesla bil, men hava ikki ráð til tess. Tað vil hann nú broyta.

Tesla hvur lækkað prísum sum heild við 2-6% og er talan nú um fimtu príslækkingina síðani januar. 

Tesla hevur við hesum príslækkingum lagt upp til prískríggj við elbilum, og hann fær harða kapping frá kinverska BYD. Greinarar halda kann vera stór abjóðing fyri Tesla.

Bloomberg skrivar, at Tesla noyðist at seta ferðina upp, um man ynskir at varðveita vøksturin á sama støði, sum íleggjarar hava verið vanir við fyrr. Í fjør vaks Tesla við 40% nakað lægri enn málið, sum var 50%.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder