Uttanlands

Equinor ger risastóra gassavtalu

Norska orkufelagið ger 10 ára gassavtalu við heimsins størstu evnafrøðifyritøku

2025-07-19 19:56 Author image
Jan Müller
placeholder

Norska Equinor heldur fram við at gera gassavtalur við stórfyritøkur í Evropa. Hesaferð er talan um heimsins størstu evnafrøðifyritøku, týska BASF. Talan er um ein árligan flutning av gassi, 23 terawattímar ella umleið tvær mia. kubikkmetrar av nátúrgassi yvir eitt tíggjuáraskeið. Avtalan styrkir um strategiska partnaraskapið millum tær báðar stórfyritøkurnar.  Stjórarnir í Equinor, Anders Opedal og í BASF, Dirk Elvermann undirskrivaðu avtaluna í gjár. Fyrsta gassið verður latið í oktober í ár.

Avtalan fer at geva eitt gott íkast til orkutrygdina í Evropa, men fer so eisini at vera týðandi ráevni til evropeiska idnaðin. Partur av avtaluni snýr seg eisini um at minka um CO2 útlátið. Gass úr Norra hevur tað lægsta útlátið bæði frá framleiðslu og flutningi í heiminum.

Gass hevur stóran týdning sum ráevni til ídnaðin í Evropa, serliga í sambandi við framleiðslu av evnafrøðiligum evnum. BASF framleiðir nógvar ymsar gerandisvørur so sum innmatin í bilum, ítróttarklæði, vørur til likamsbrúk og landbúnaðarloysnir.

BASF  hevur 112.000 fólk í arbeiði í meira enn 90 londum. Tað umsetti fyri 65 mia. euro í 2023


Lesið meira um fyritøkuna her www.basf.com.


Kelda Equinor.com


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder