Hywind Scotland liggur uttanfyri Peterhead í Skotlandi.Tær fimm vindmyllurnar eru 6MW hvør og hava ein framleiðslumátt uppá 30MW. Framleiðslan svarar til nýtsluna hjá 34.000 húsarhaldum í Bretlandi.
Equinor, sum hevur gjørt stórar íløgur í havvindorku seinastu árini og fer at raðfesta flótandi vindorkuna í framtíðini, hevur eisini brúkt hesi fimm árini til at fáa bæði royndir og vitan, sum kunnu brúkast í sambandi við framtíðar avjóðingar til havs. Hywind Scotland hevur víst seg at tola ringt veður og høgar aldur. Hon hevur ikki verið til ampa fyri fiskivinnu ella livandi umhvørvið annars.
Til ber at siga, at Hywind í Skotlandi hevur verið ein fyrimynd og lopfjøl fyri aðrar líknandi verkætlanir í Norðsjónum og annars víða um.
Næsta flótandi havvindmylnuverkætlnain hjá Equinor, Hywind Tampen, byrjaði royndarframleiðlsuna í farna mánað og fer undir regluliga framleiðslu í 2023. Tá fer Equinor at standa fyri umleið helvtini av heimsins flótandi vindorku. Felagið er tað felagið í heiminum, sum hevur flestu royndirnar og harvið vitanina um flótandi vindorku.
Equinor hevur í stóran mun brúkt Hywind verkætlaninar sum grundarlag fyri at fara út í heim og menna flótandi vindorku í Suður Korea, Australia, Fraklanid, Spania, California og í Bretlandi og Norra.
Myndurleikarnir í Skotlandi raðfesta flótandi havvindorku og hava sett øki av til framtíðar verkætlanir.
Um okkara leiðir eru tað annars Skotland og Norra, sum ganga á odda at fáa ment flótandi havvindorkuna. Eisini í okkara næsta grannalag, Hetlandi, eru tey frammaliga á hesum økinum og kunnu vit rokna við at síggja tær fyrstu flótandi havvindmylnulundirnar eystan fyri Hetland um ikki so mong ár.
Eisini í Føroyum eru vit so smátt farin undir at gera kanningar í sambandi við orkuframleiðslu til havs og m.a. gera sær tankar um, hvørji øki møguliga kunnu brúkast til framtíðar havvindorku.
Eisini er tað ein spurningur, hvørji øki til havs Føroyar vilja seta av til havvindorku og hvørji til havaling.
Verulig gongd er sett á vindorkuna á landi í Føroyum. Nú er at seta út í kortið eina komandi flótandi havvindorkuframtíð.
Hvat kanningum og kortlegging av havøkjunum kring Føroyar viðvíkur so eru áður gjørdar nágreiniligar kanningar av vistfrøðiskipanini. Hetta var eitt arbeiði, sum oljufeløgini gjørdu saman við føroyskum stovnum í sambandi við oljuleiting og sum varð nevnd GEM.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald