Innanlands

Equinor hyggur eftir møguleikum eystan fyri Føroyar

-Vit miðja móti at arbeiða í færri londum kring heimin men kortini økja munandi um framleiðsluna segði samtaksstjórin hjá Equinor fyri altjóða leiting, Philippe Mathieu á tíðindafundi á ONS í Stavanger. Hann var eisini bjartskygdur um framtíðina á Atlantsmótinum, um bretska stjórnin fer at góðkenna Rosebank oljuútbyggingina við føroyska markið..

Philippe Mathieu, stjóri fyri altjóða leiting hjá Equinor útilokar ikki, at Equinor fer at víðka um virksemið á Atlantsmótinum millum Føroyar og Hetland, um bretska stjórnin góðkennir Rosebank. Myndir Jan Müller

Philippe Mathieu, stjóri fyri altjóða leiting hjá Equinor útilokar ikki, at Equinor fer at víðka um virksemið á Atlantsmótinum millum Føroyar og Hetland, um bretska stjórnin góðkennir Rosebank. Myndir Jan Müller

2026-08-26 12:32 Author image
Jan Müller

Jan Müller úr Stavanger

Stórur áhugi er fyri altjóða orkumessuni ONS í Stavanger í hesum døgum. Roknað verður við meira enn 80.000 vitjandi úr meira enn 100 londum. Umframt básar við alskyns tilfari til olju- og gassvinnuna fylla fyrilestrar á ráðstevnuni nógv. Millum hesar var eisini kunning um framtíðina hjá Equinor úti í heimi og herundir eisini økinum millum Hetland og Føroyar, har Equinor m.a. við nýggja felagnum ADURA hevur fleiri leiti- og útbyggingarloyvi.

Stjórin fyri altjóða leiting Philippe Mathieu vísti á, at framleiðslan hjá Equinor uttan fyri Norra var 750.000 tunnur í øðrum ársfjórðingi 2026, ein vøkstur við  meira enn 10% upp á tvey ár, hóast felagið er farið úr stórum feltum í Aserbajdsjan og Nigeria.

Porteføljan er vorðin meira miðvís og kappingarfør, millum annað við stovnanini av Adura í Bretlandi (Umsitur Rosebank feltið eystan fyri føroyska markið, red)  og íløgum í eitt nýtt  ættarlið av altjóða feltútbyggingum.

– Hetta snýr seg ikki bara um framleiðsluvøkstur. Við at dagføra porteføljuna byggja vit eina fyritøku við betri vinningi og hægri gjaldførisstreymi. Gjaldførisstreymurin frá framleiðsluni væntast at vaksa umleið 80 % fram ímóti 2030, munandi skjótari enn framleiðslan. Hetta endurspeglar eina meira kappingarføra og haldføra portefølju, segði Philippe Mathieu.

[object Object]

USA-porteføljan umskipað

Framleiðslan hjá Equinor í USA var 433.000 tunnur  í øðrum ársfjórðingi 2026, umleið 100.000 tunnur  meira enn í sama ársfjórðingi í 2024.

– USA er okkara avgjørt størsta støða uttan fyri Noreg, tá ið talan er um framleiðslu. Vit hava styrkt okkara støðu innan jarðgass í einum øki, har eftirspurningurin veksur, og har vit kunnu gagnnýta førleikarnar hjá felagnum innan marknaðarføring og handil fyri at skapa størri virði gjøgnum alla virðisketuna. Nýggja íløgan í eitt orkuverk í USA er eisini eitt dømi um hesa strategi í verki, segði Mathieu.

– Á havleiðini eru vit fegin um at stuðla operatørinum Shell í menningini av Sparta-verkætlanini, har vit eiga 49 %. Við ætlaðu framleiðslubyrjanini í 2028 verður Sparta ein nýggjur hornasteinur hjá okkum í Meksikanska Flógvanum.

Nýggir møguleikar í Angola

Angola hevur verið týdningarmikið fyri Equinor, síðani felagið fór inn í landið í 1991, og landið er framvegis eitt kjarnuland við stórari framleiðslu og nýggjum møguleikum.

– Vit stuðla operatørunum í teirra arbeiði við at leingja framleiðsluna og menna nýggjar møguleikar. Okkara royndir frá norska landgrunninum eru sera viðkomandi, so hvørt sum angolsku feltini eldast, segði Mathieu.

Í juni góðkendi Equinor, saman við operatørinum Azule Energy og samstarvsfeløgum, Greater PAJ-verkætlanina (Palas, Astrea og Juno). Við ætlaðari framleiðslubyrjan í 2029 fer verkætlanin at realisera umleið 250 milliónir tunnur og vera við til at varðveita Angola sum eina týdningarmikla framleiðslumiðstøð hjá Equinor.

[object Object]

Brasilia sum vakstrarmotorur

Brasilia verður ein týðandi drívmegi fyri altjóða vøkstrinum hjá Equinor fram ímóti 2030, við eini framleiðslu, sum væntast at vaksa til nærum 200.000 tunnum (foepd) í 2030.

Bacalhau-feltið, sum Equinor er operatørur fyri, og sum er tað fyrsta brasilska presalt-feltið, ið nakrantíð er ment av einum altjóða felag, varð sett í framleiðslu seint í 2025. Framleiðslan heldur fram at vaksa frá brunnum, sum geva betri úrslit enn væntað. (Føroyski Jákup Øregaard er boristjóri á hesum nýggja feltinum. Hann var annars ætlaður at standa fyri boringunum á Rosebank feltinum eystan fyri markið, red.)

Samtíðis gongur menningin av Raia-feltinum væl, og verkætlanin er á rættari leið til framleiðslubyrjan í 2028. Tá Raia er komið í framleiðslu, kann feltið møguliga nøkta umleið 15 % av samlaða væntaða gass­tørvinum í Brasilia.

Bæði Bacalhau og Raia nýta eitt sameinað gasturbinuskipan fyri at bøta um orkunýtsluna og minka um útlátsstyrkina. Væntaðu CO₂-útlátini eru undir 6 kg fyri tunnuna á Raia og umleið 9 kg fyri tunnuna á Bacalhau.

Uppsetingin av djúphavspartinum av jarðgassleiðingini hjá Raia varð liðug í summar. Á djúpasta staði røkkur leiðingin 2.735 metrar undir havstøðuna, og tað ger hana til heimsins djúpastu gassleiðing.

Økt leiting

Fyri framtíðarvøkstur vísti Mathieu á týdningarmiklu Bay du Nord-verkætlanina í Kanada og á miðvísa leiting. (Tað er fyri føroyingar kendi boripallurin, West Hercules, sum hevur borað har eftir at vera umvældur á Skálafjørðinum, red)

– Vit leita eftir áhugaverdum leitingarmøguleikum í Brasilia og Angola og vóna at búna og royna fleiri boringarkandidatar næstu tvey árini, segði Philippe Mathieu.

– Í síðstu viku fóru vit inn í eitt Chevron-opererað leitingarloyvi í Namibia, við einum boriklárum prospekti, sum ætlanin er at royna longu áðrenn árið er runnið. Vit meta og búna eisini leitingarmøguleikar í Argentina og USA. Vit økja spakuliga um leitingarvirksemi okkara fyri at stuðla undir eina miðvísa styrking og endurnýggjan av altjóða porteføljuni hjá okkum.

[object Object]

Hyggja eftir Atlantsmótinum

Orkan.fo, sum var við á tíðindafundinum, spurdi altjóða Equinor stjóran, hvørjar ætlanir felagið hevur á Atlantsmótinum (Økið millum Føroyar og Hetland, red.) Hann ynskti ikki at gera viðmerkingar til útbyggingini av Rosebank við føroyska markið, fyrr enn bretska stjórnin hevur gjørt sína støðu greiða. Hann kundi tó siga so mikið, at tað var ein skilagóð avgerð av bæði Equinor og Shell at fara undir samstarví einum nýggjum felag, Adura, tí hetta var  rætta leiðin fyri at fáa meira lønsemi í stóru verkætlanina. 

-Fer Rosebank at fáa endaliga góðkenning, so fer felagið at hyggja eftir  øðrum men kanska smærri møguleikum á Atlantsmótinum segði Mathieu. Felagið hevur longu fleiri leitiloyvi (lisensir) framvið føroyska markinum, sum stjórin ikki útilokaði koma at vera partur av framtíðar virkseminum hjá felagnum. 

[object Object]

Landsstýrismaðurin í vinnumálum vitjaði ONS fyrstu ferð og hevði høvi til at kunna seg við hesa stóru altjóðavinnuna, sum hann og landsstýrið ynskja skal koma til Føroya eisini. Her á vitjan á básinum hjá TotalEnergies. Mynd Jan Müller

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald