
Tað er greinarin hjá Spare Bank í Norra, Teodor Sveen-Nielsen, sum hevur fingið nýtt lív í leysatíðindini um, at Equinor arbeiðir við at keypa upp nærum alla Ørsted fyritøkuna. Hann sigur seg hava fingið at vita frá donskum keldum, at danski staturin, sum eigur 50% av Ørsted, umhugsar at selja sín ognarlut í fyritøkuni. Umboð fyri Equinor sigur, at tað ynskir ikki at gera viðmerkingar til málið sambært Finansavisen.
Á eini íløguráðstevnu í London herfyri greiddi umboð fyri Equinor frá teirra íløgu uppá 10% í Equinor, at hetta varð mett sum ein langtíðaríløga. Norski greinarin heldur hetta kann vera tekin um, at Equinor ynskir at eiga enn størri part av Ørsted, sum tá skal vera framtíðar grundarlagið undir komandi havvindorkuútbyggingum – heldur enn at fremja hetta sum part av menningararbeiðinum innan havvind hjá Equinor sjálvum.
Spurningurin er so eisini, hvørja støðu ein donsk stjórn sum stóreigari av Ørsted hevur til eina sølu. Júst søla av partabrøvum í Ørsted til Goldman Sachs nøkur ár herfyri gjørdist til eitt politiskt rumbulsmál. Upprunaliga átti danski staturin 80% av Ørsted men seldi seg so niður til góð 50%. Stóri ósvaraði spurningurin er nú, um danski staturin vil sleppa heilt burtur úr eigaraskapinum av Ørsted og selja síni írestandi 50%.
Kelda: Finansavisen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald