Uttanlands

Equinor størsta sáttmála um vindorku í USA nakrantíð

Norska oljufelagið Equinor skal  menna havvindorkuna í amerikanska statinum New York

2021-01-14 09:58 Author image
Jan Müller
placeholder

 

[object Object]

Talan er um størstu uppgávuna nakrantíð at menna varandi orkuna frá vindmyllum til havs í einum parti av USA.

Equinor, sum gongur á odda at menna vindorku til havs  í Evropa, skal nú saman við oljufelagnum BP  hjálpa statinum New York at menna vindorku til havs við 1 260 megawatt og seinni við 1 230 MW aftrat. Frammanundan hevur Equinor longu gjørt avtalu um at menna vindorkuna til havs í New York við 816 MW. Samlaða avtalan snýr seg harvið um at lata amerikanska statinum við einum av heimsins størstu býum, New York,  3,3 gigawatt. 

Partur av avtaluni er eisini útbygging av tveimum havnum í Brooklyn og Albany, sum skulu hýsa ídnaðarfyritøkum, ið skulu menna New York til at vera ein miðdepil fyri havvindídnaði. 
 
Verkætlaninar skulu vera við til at tryggja varandi orku til New York og menna týðandi leiklutin hjá statinum at gerast eitt altjóða kjarnuøki fyri havvindorku. Eystari partur av USA verður eisini mettur at vera tann mest áhugaverdi vakstrarmarknaðurin fyri havvindorku. 
 
Niýggi sjórin í Equinor, Anders  Opedal sigur, at við hesum verkætlanunum í USA ætlar Equinor at gerast tað leiðandi felagið í grøna orkuskiftinum. Hann sigur víðari, at staturin New York og Equinor skulu arbeiða saman um at menna ein støðugan ídnað fyri havvindorku, sum eisini skal kunna framleiða útgerð og røttu tøknina.
 
Enn ein fyrimunur við hesi verkætlanini er, at New York í framtíðini kann vísa á fyrimunirnar við havvindi fyri at røkka verðurlagsmálinunum og fyri at stimbra búskaparliga virksemið. Eqinor sær annars fram til at arbeiða saman við BP, lokalum myndugleikum og lokalsamfelagnum sum heild.
 
[object Object]
 
Nýggi samtaksstjórin í Equinor, Anders Opedal
 
Kelda: Equinor
 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder