Uttanlands

Equinor umhugsar at kæra Trump avgerð um vindorku

Í farnu viku tók amerikanska fyrisitingin avgerð um at steðga útbyggingini hjá Equinor av stórari vindorkulund í New York. Avgerðin verður helst kærd. 

2025-04-23 12:50 Author image
Jan Müller
placeholder
Síðani amerikanska fyristingin setti kíla í nýggjastu vindorkuverkætlanina hjá Equinor í USA hevur felagið verið fyri stórum peningaligum missi. Eitt nú er partabrævið lækkað nærum 3% á virðisbrævamarknaðinum í Oslo. Hetta svarar til 18 mia. kr.

Neyvari útrokningar vísa, at vil illa til, kann norski orkurisin missa 62 mia. kr. uppá hesa einstaku verkætlan á grøna orkuøkinum. Felagið hevur longu brúkt fleiri mia. kr. til útbyggingina saman við danska vindmylnuframleiðaranum Vestas, sum eisini verður rakt av avgerðini hjá Trump stjórnini. 

Enn er óvissan stór, hvussu endin verður á hesum stóra máli, nú tað er politikkurin hjá nýggju stjórnini mestsum at steðga øllum grønum verkætlanum frá tíðini hjá Biden forseta. 

Orkupolitikkurin hjá nýggju amerikonsku stjórnini kann vera við til at seta fót fyri fleiri stórum grønum orkuútbyggingum, sum eitt nú fleiri norðurlendskar orkufyritøkur eru partur av. Millum hesar eru Equinor, Ørsted og Vestas. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder