Uttanlands

Equinor vann týðandi havvinduppsølu í New York

Norska orkufyritøkan hevur fingið tillutað eina orkusøluavtalu til eina risastóra havvindverkætlan. Tað er ein merkisvarði fyri okkum sigur stjóri fyri varandi orku 

2024-03-02 16:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Equinor arbeiðir í løtunivið at menna tvær havvindverkætlanir í USA. Og í vikuni vann felagið uppboðssøluna av Empire Wind 1, ein verkætlan, sum hevur til endamál at framleiða orku til New York um tvey ár.

-At vit hava fingið tillutað hetta arbeiðið er einki minni enn eitt týðandi vegamót í okkara arbeiði at maksimera  virðisøkingina frá Empire Wind 1, sum í løtuni er ein av teimum størstu og mest búnu varandi orkuprojektunum í USA sigur stjiórin fyri varandi orku hjá Equinor Pål Eitrheim í kunning til almenningin.

Verkætlanin skal framleiða 810 megawatt av varandi orku til stórbýin. Felagið fer nú undir at samráðast um eina endaliga orkusøluavtalu. —Vit arbeiða fram ímóti at gera hesa stóru verkætlanina búna til at kunna taka eina endaliga avgerð um at gera íløguna í summar sigur Eitrem.

Verkætlanin skal lutvíst fíggjast við eginkapitali og láni. Equinor arbeiðir so eisini við at finna ein nýggjan partnara, sum kann keypa seg inn í verkætlanina. Equinor hevur sum mál at brúka fýra ár til at fáa avkast í sínum varandi orkuverkætlanum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder