2024-06-19 16:43
Tað var ein sera jaligur og áhugaður ovasti stjóri fyri orkufelagið Equinor í Bretlandi, sum vitjaði í Føroyum fyrr í ár. Hann tók av innbjóðan frá FOÍB (Føroya Orkuídnaðarbólki) og Sjóvinnufelagnum, at vitja og síggja Føroyar fyri fyrstu ferð eins og hitta umboð fyri veitaravinnuna her.
Umboð fyri FOÍB, Føroya Orkuídnaðarbólk, Jan Müller og Louis Wilson á vitjan hjá Equinor í Skotlandi, har Arne Gürtner, stjóri tók ímóti saman við borileiðaranum hjá Equinor, Jákup Øregaard.
Stigið til vitjan varð tikið í fjør heyst, tá FOÍB vitjaði høvuðsskrivstovuna hjá Equinor í Aberdeen. Tað var partur av royndunum hjá felagnum at fáa útlendsk orkufeløg, ið arbeiða í grannalangum, at vísa ans fyri Føroyum. Hetta var um tað mundið, tá bretskir myndugleikar løgdu seinastu hond á endaligu góðkenningina til útbygging av Rosebank. Tá grønt ljós varð givið tók Equinorstjórin av innbjóðan frá FOÍB og Sjóvinnufelagnum, sum fegið vildi hitta umboð fyri Equinor og fáa kunning um tess komandi virksemi við markið.
Á stóra kunningartiltakinum í Havn, har formaðurin í Sjóvinnufelagnum, Mourtiz Mohr hitttir Arne Gürtner. Her saman við Richard Mortensen frá Mest, sum í áhugaverdari framløgu greiddi gestunum frá føroyska veitaraumhvørvinum. Mynd Jan Müller
Rúni M. Hansen, fyrrverandi stjóri hjá Equinor og Arne Gürtner hittust á Hilton m.a. at tosa um "gamlar" dagar. Mynd Jan Müller
Sera stórur áhugi var fyri vitjanini, nú hetta stóra norska orkufelagið er farið undir at útbyggja eina risastóra olju- og gasskeldu, Rosebank, skamt frá markinum. Hann vitjaði fleiri føroyskar veitarafyrtøkur og var har kunnaður um mongu vørurnar og tænasturnar Føroyar hava at bjóða fram til útlendsk orkufeløg, ið menna sítt virksemi eystan fyri føroyska markið.
Arne Gürtner hevur framløgu á Hilton fyri umboðum fyri 50 føroyskar fyritøkur og myndugleikarnar. Mynd Jan Müller
Hetta verður støðan um ikki so langa tíð, tá Petroljarl Knarr kemur fram á olju- og gassleiðina Rosebank millum Hetland og Føroyar.
Eftir fimm ár í hesum týðandi starvinum hjá Equinor í Aberdeen fer Arne Gürtner nú at standa á odda fyri tøkniligu-digitalu deildini hjá Equinor, "vice-president for technology digital and innovation with a focus on oil and gas”.
Nýggi stjórin, ið tekur við eftir Gürtner, er Camilla Salthe, sum hevur staðið á odda fyri fleiri deildum í Equinor. “Eg eri sera fegin um at kunna taka við einum slíkum týðandi starvi í Equinor í Bretlandi, har vit halda fram við at mennast til eitt breitt orkufelag”, sigur hon við Energy Voice.
Camilla Salthe, sum tekur við stjórastarvinum fyri Equinor í Bretlandi frá 1. september og verður tað hon, sum fer at standa á odda fyri komandi virkseminum tætt við føroyska markinum og fyri møguligu samstarvi við Føroyar.
Arne Gürtner var herfyri á vitjan í Hetlandi, har hann legði seinastu hond á fyrireikingarnar av komandi Rosebank útbygging. Equinor hevur valt Lerwick sum veitarahavn til fyrsta stig av stóru útbyggingini, ið m.a. fevnir um útgerð og útbúnað á havbotninum. Flutningurin av honum til hetlendska høvuðsstaðin er longu byrjaður og fer at halda fram komandi tíðina. Talan er m.a. at gera klárt til sjey boringar á Rosebankleiðini tíðliga í 2025.
Pallurin, sum fer at bora sjey brunnar eystan fyri markið í 2025. Ábyrgdina av hesi týðandi verkætlan fyri stórum parti av økinum nærhendis markinum, hevur føroyingurin Jákup Øregaard.
Hóast Føroyar sum so enn ikki eru á listanum hjá Equinor yvir veitarar, so er kortini greitt, at avtala er við at koma uppá pláss við fyrsta føroyska veitan, sum er Føroya Tele, ið skal veita fjarskiftistænastur í sambandi við framleiðsluskipið Petrojarl Knarrr, sum í løtuni verður umvælt og nútímansgjørt í Dubai til at taka ímóti fyrstu Atlantsoljuni í 2026. Rosebank keldan liggur bert uml. 10 kilometrar eystan fyri føroyska markið.
Væntandi og vónandi fer Equinor um ikki alt ov langa tíð at taka samanum vitjanina í Føroyum og ítøkiliga byrja at kunna peika út møguligar føroyskar vørur og tænastur, sum til kappingarførar prísir kunnu vera partur av framtíðar útbyggingini og framleiðsluni. Rosebank er mett at kunna framleiða í 25 ár.
Pallurin, sum fer at taka sær av framleiðsluni á Cambo leiðini.
Enn ein fyri Føroyar áhugaverd útbygging av eini risastórari orkukeldu við markið er helst skjótt við at fara av bakkastokki. Talan er um Cambokelduna, sum liggur uppaftur nærri markinum og hvørt verkætlan longu er klár at taka støðu til hjá myndugleikum eins og eigarunum Ithaca/ENI. Í løtuni royna hesi feløgini at fáa enn eitt ella fleiri onnur orkufeløg at gerast partur av stóru útbyggingarverkætlanini.
Enn er so óvist, hvørjar avleiðingar ein møgulig nýggj Labourstjórn kann fáa á Cambo útbyggingina.
Rosebank og Cambo keldurnar skamt frá markinum. Og ikki langt frá Anne Marie keldan, á føroyskum øki, har nógv gass varð funnið. Nýggjar boringar tætt við markið komandi ár kunnu uttan iva útvega nógvar nýggjar upplýsingar um jarðfrøðina nærri markinum eisini. Hesar boringar við Deepsea Atlantic um eitt ár kunnu tí eisini møguliga vera við til at tenrað eitt neistan til framtíðar miðvísar leitiboringar á okkara leiðum - eftir ein steðg í meira enn 10 ár.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald