Uttanlands

Erna Solberg: Mugu halda fram við at menna norska olju- og gassvinnu

- innan fyri karmarnar av einum munandi strangari klimapolitikki

Norskiforsætisráðharrin Erna Solberg: -Vit mugu halda fram at menna norsku olju- og gassvinnuna men innan fyri karmarnar av einum strangari klimapolitikki

Norskiforsætisráðharrin Erna Solberg: -Vit mugu halda fram at menna norsku olju- og gassvinnuna men innan fyri karmarnar av einum strangari klimapolitikki

2020-03-07 15:54 Author image
Jan Müller
placeholder

Avleiðingar av coronavirus smittuni, menning av eini norskari oljuvinnu og tiltøk til tess at minka um CO2 útlátið vóru partur av røðuni, sum norski forsætisráðharrin, Erna Solberg, helt á ársfundinum hjá Norsk Olje og gass í Oslo hósdagin. Hon nam við bæði oljuprísin og ávirkanina, sum coronavirussið hevur á prísin og eftirspurningin. Stjórnin fylgir støðuni neyvt segði hon.

“Vit hava góðar royndir at handfara brádliga afturgongd í búskapinum”, segði hon á ráðstevnuni í Oslo, har hon var saman við hundraðtals oljufólki frá vinnuni. “Tað er ein stór æra fyri meg at hitta tykkum, sum arbeiða í hesi mest týðandi vinnuni í Norra. Tit hava eina stóra uppgávu fyri framman,” segði Solberg.

Hon hevði tríggjar boðskapir at bera fram á ársfundinum. "Fyri tað fyrstu mugu vit brynja Norra út til framtíðina. Ikki einans gjøgnum ábyrgdarfulla nýtslu av oljupengum men eisini við at menna og skapa tey størvini vit hava tørv á í framtíðini. Harnæst skulu vit halda fram við at menna norska olju- og gassvinnu innan fyri karmarnar av einum munandi strangari klimapolitikki og tryggja, at tilfeingið á norska landgrunninum verður troytt mest skynsamt.

Vit mugu gera tað vit eru før fyri at minka um útlátið av vakstrarhúsgassum. Skal tað eydnast er tørvur á tí røttu vitanini, tøknini og ikki minst fólki. Broytingarnar fara at krevja av tykkum í vinnuni, at tit taka í brúk tøkni og menna góðar og effektivar loysnir," segði Erna Solberg.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder