Uttanlands

ES fer at fáa gass úr øðrum londum

Samrøður við onnur lond um at selja ES gass hava givið úrslit sigur forkvinnan í ES

2022-02-16 15:24 Author image
Jan Müller
placeholder

ES megnar at varðveita orkustøðuna, hóast Russland fer at skrúva niður fyri veitingini av gassi. Hetta segði forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen á tíðinafundi í gjár. Hon sigur sambært Ritzau, at ES hevur tosað við fleiri lond, sum framleiða gass, teirra millum USA, Norra, Qatar, Suðurkorea, Nigeria og Egyptaland um at selja ES gass.

-Tað vísir seg, at vit eru so gott sum á tí tryggu síðuni, tá talan er um at tryggja ES gass í framtíðini sigur hon eftir samrøðurnar.

Í dag letur Russland meira enn 40% av gassinum, sum ES hevur tørv á. Tað er fyrst og fremst heimsins størsti framleiðari av gassi, russiska Gazprome, sum veitir gassið til Evropa. Felagið er ogn hjá russiska statinum.

Samrøðurnar ES hevur við onnur lond um gass hava givið góð úrslit og eru lond sum Suðurkorea og Japan sinnað at lata ES fáa lut í teimum gassveitingum, sum hesi lond annars hava umbiðið og keypt. Tað hevur so gjørt, at ES er ikki eins bundið at russiskum gassi sum higartil,  og hartil kemur, at skjótt verður heitari veður og verður tørvurin á gassi tá eisini minni.

Spurningurin um gassveitingar hongur tó enn í leysum lofti, nú útmeldingarnar frá Russlandi um møguliga herseting av Ukraina eru so skiftandi og ymiskar. Í morgun boðaði russiski forsetin frá, at landið tekur aftur herdeildir á Krim og við markið til Ukraina og sigur, at venjingarnar  eru lidnar.  

Hesum hevur Jens Stoltenberg, ovasti í NATO longu svarað aftur og sigur, at Evropa kann ikki liva við óvissuni, antin Russland ætlar at gera innrás í annað land ella ikki. Hann sigur, at eingin kennir seg tryggan fyrr enn Putin veruliga prógvar, at landið hevur onga ætlan um at gera innrás í Ukraina, og at landið gevst við at látast sum tað er í ferð við hernaðarligt álop fyri síðani at gera hetta til einkis. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder