Eitt svenskt uppskot um at stongja ES havnir fyri russiskum skipum er samtykt í ES tinginum, og nú skal Ráðharraráðið hjá EFS taka støðu til málið. Roknað verður við, at eisini tað fer at samtykkja uppskotið.
Herfyri avgjørdi bretska stjórnin at nokta russiskum skipum at brúka bretskar havnir. Eftir tað vóru røddir frammi í Føroyum um at seta líknandi sanktiónir í gildi í føroyskum havnum men avgjørt varð at bíða, til ES hevur tikið støðu í málinum. Eingi russisk skip eru í føroyskum havnum í løtuni.Tey plaga at koma aftur í apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald