Nýggja avtalan ber í sær, at londini í ES skulu keypa gass í felag og býta gassið millum limalond, um gasstørvurin fer at vaksa. ES londini eru kortini ikki samd um at seta í verk eitt prísloft fyri gass.
Londini eru eisini samd um at leggja uppskot fyri ES-nevndina um at seta í verk eina neyðbremsu, um prísurin á gassi fer at hækka munandi. -Vit gera alt hetta fyri at avmarka prísbroytingarnar, segðu ES forkvinnan eftir fundin millum ES lond.
ES forsetin Charles Michel fegnast eisini um avtalun, aum hann sigur er eitt dømi um samanhald og solidaritet millum limalondini. Alt hetta verður gjørt at tryggja bíligari keyp og at varðveita veitingartrygdina.
Stórur partur av kjakinum á ES fundinum snúði seg um at áseta eit tprísloft á gassi. Lond, sum eru fyri slíkum tiltaki, eru fleiri í mið- og eysturevropa við Italia á odda. Lond, sum eru ímóti einum príslofti, eru m.a. Týskland, Danmark og Háland. Tey halda, at slík avgerð um at legga seg uppí marknðarprísin á gassi, fer at koma londunum aftur um brekku, tí hon kann vera við til at senda rokningina víðari til skattaborgararnar í øllum ES.
Týsdagin fara orkumálaráðharrarnir í ES lodununm at umrøða uppskotini frá ES nevndini.
Før EU-toppmøtet var det derfor stort press på mange av EU-lederne for å dra hjem med et resultat som kan senke prisene.
Prísurin á gassi er annars nógv lækkaður seinastu dagarnar. Hetta stavar eisini frá lækkandi gassnýtslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald