Uttanlands

ES lond semjast um nýggj veðurlagsmál

Tað hevur eydnast ES londum at gera eina neyðsemju um eina nýggja veðurlagsavtalu

2025-11-05 16:13 Author image
Jan Müller
placeholder

Henda kemur í evstu løtu við donskum formansskapi í ES. Hóast neyðugt var við eini neyðsemju, so eru eygleiðarar samdir um, at tað hevur eydnast at koma eitt týðandi stig víðari í veðurlagspolitikkinum. Nýggja málið er 90% minking av útlátinum av vakstrarhúsgassi í 2040.

[object Object]Danmark hevur havt formansskapin í ES undir viðgerðini av nýggjum veðurlagsmálum. 

Avgerðin skal tryggja, at ES er ávegis móti at halda lógarfesta málið um nettonull útlát í 2050. Við hesum vil ein meiriluti av ES londunum vísa, at hann ætlar at liva upp til Parísavtaluna frá 2015 um hitavøkstur uppá 1,5 stig.

Ritzau skrivar, at hóast samtyktina, so er talan um eina neyðsemju, sum m.a. merkir, at ES lond kunnu brúka møguleikan at flyta lækking av útláti til onnur lond. Ein orsøk til hesa neyðloysn eru sannroyndir, sum kríggið í Ukraina og høgar orkurokningar í fleiri ES londum sum t.d. Týsklandi og Fraklandi. Hetta merkir, at londini í veruleikanum góðtaka sjálvi at minka útlátið við 85% ella 5% minni enn samtyktin leggur upp til. 

Áhugin at røkka nýggjum útlátsmálum er annars minkaður. Tað hevði eisini við sær, at lond sum Póland og Ungarn atkvøddu ímóti uppskotinum, og lond sum Belgia og Bulgaria ikki atkvøddu. 

Sum skilst fer semjan at fáa stórt uppmerksemi á komandi veðurlagsráðstevnuni COP30 í Brasil í komandi viku. Tá fer enn eitt uppskot at minka útlátsmálið fyri 2035 at verða lagt fram. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder