Hóast hesa methøgu útbygging er kortini neyðugt at tvífalda útbygging av vindorku, skulu málini hjá ES fyri 2030 røkkast. Hetta skrivar felagið Wind Europe sambært E24.
Tá mugu útbyggjast 30 gigawatt av vindorku árliga fram til 2030. Tí hevur ES gjørt av at økja um ferðina av útbyggingum við einum serstøkum vindorkupakka.
Týskland var tað landið í ES, sum stóð fyri størstu útbyggingini av vindmegini í fjør, síðani koma Háland og Svøríki. Háland stóð eisini fyri mestu útbygginini av vindorku í Evropa sum heild í fjør.
Vindorka stóð í 2023 fyri 19% av streymframleiðsluni í ES sambært Wind Europe.
Vatnorka stóð fyri 13%, sólorka fyri 8% og biomassa fyri 3%.
Varandi orku stóð tilsamans fyri 44% av streymframleiðsluni í fjør. Sambært Wind Europe framleiða nýggj vindorkuverk meira enn fyrr. Tey framleiða við fullari ferð millum 30 og 48% av tíðini ella 2.600 til 4.200 tímar av ársins 8.760 tímum.
Nýggjur havvindur framleiðir 50% av tíðini ella umleið 4.400 tímar um árið sigur Wind Europe.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald