Uttanlands

ES nevndin: Mugu minka útlátið við 90 prosent innan 2040

Um somu tíð sum Evropa verður rakt av hitabylgju skjýtur ES nevndin upp at broyta veðurlagsmálini og  mínka útlátið við 90 prosent innan 2040

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini her saman við Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra í Noregi og Jens Stoltenberg, táverandi Nato ovasta í 2023, tá tey vitja norska orkuleið.

Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini her saman við Jonas Gahr Støre, forsætisráðharra í Noregi og Jens Stoltenberg, táverandi Nato ovasta í 2023, tá tey vitja norska orkuleið.

2025-07-03 21:35 Author image
Jan Müller
placeholder

Í løtuni er veðurlagsmálið hjá ES null-útlát í 2050. Nú ætlar ES  nevndin við Ursula von der Layen so at fáa meiriluta fyri at herða krøvini til lækking av útlátið til 90 prosent longu í 2040. Greinarar siga, at hetta er eitt sera høgt mál, men at tað ber til at fáa tað samtykt. Tað kann tó gerast torført at fáa øll londini við eins og tað kann vera trupult at fáa fólksligan stuðul til øll tey tiltøk, sum verða neyðug komandi 15 árini. Til tess at kunna seta hesa ætlan í verk  verður neyðugt at broyta alla orkuskipanina í ES.

Í 2023 var ES bundið at 67,4 prosent av fossilum orukeldum sambært Eurostat. Sverre Alvik frá DNV heldur, at norska gasstrategiin kann liva upp til hetta málið, men at Norra møguliga eigur at broyta sínar oljuætlaninar. 

Ursula von der Leyen forkvinna í ES nevndini sigur, at borgarar í ES londum ongantíð sum nú føla avleiðingarnar av veðurlagsbroytingum. Hon undirstrikar, at veðurlagsmálið gongur hond í hond við ídnaðarætlaninar í Evropa og vísir til ætlaninar fyri reinan ídnað, ES kumpassið til at tryggja kappingarføri og ætlanina fyri rímuliga orku sum hon málber seg. 

Men tað er eingin loyna, at nýggju málini fara at seta sera stór krøv til umlegging av orkuskipanunum, sum framhaldandi verða stýrdar av fossilari orku. Sum skilst eru lond í Evropa meira samd um at seta harðari krøv fyri útláti enn restin av heiminum, har tað fer at verða sera torført at finna eitt felags stev at røkka málinum, nú nógv lond, sum ikki eins og Europa hava havt atgongd fyri olju og gass, vilja troyta hesi ráevni í teirra undirgrundum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder