Uttanlands

ES-nevndin: Nú skal gass- og kjarnorka góðkennast sum grøn

Hóast meiriluti er fyri at góðkenna bæði gass og kjarnorku sum grøna, so er eisini nógv mótstøða í ES móti uppskoti frá ES nevndini

ES nevndin hevur eftir drugvt orkukjak í ES nú tikið endaliga avgerð um at leggja uppskot fram um at góðkenna gass- og kjarnorku sum grønar orkukeldur

ES nevndin hevur eftir drugvt orkukjak í ES nú tikið endaliga avgerð um at leggja uppskot fram um at góðkenna gass- og kjarnorku sum grønar orkukeldur

2022-02-05 17:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Eftir rættiliga drúgvt orðaskifti í ES, hevur ES nevndin nú gjørt álvara av at leggja fram uppskot um, at felagsskapurin góðkennir bæði kjarnorku og gass sum burðadygga grøna orku. Hetta kemur m.a. fram í kjalarvørrinum á tí sera torføru orkustøðuni, sum hevur tikið seg upp kring heimin, har grøna skiftið við m.a. varandi orkukeldum ikki í nóg stóran mun og nóg skjótt hevur  megnað at avloysa fossilu orkuna og neyvan heldur fer at gera tað í bræði, við tí úrsliti at orkuframleiðslan megnar ikki at nøkta eftirspurningin við harvið fylgjandi methøgum prísum á bæði olju og gassi.

At fleiri ES lond hava gjørt av at stongja kjarnorkuverk, sum so skulu avloysast av varandi orku, kemur nú aftur um brekku, tí saman við minkandi íløgum í bæði olju og gass, er minkandi kjarnorkuframleiðslan við til at elva til orkukreppu eitt nú í Evropa.

Bæði í Týskalandi og í Svøríki merkjast nú avleiðingarnar av, at londini hava stongt fleiri kjarnorkuverk og ætlanin er at stongja fleiri aftrat. Hvat enn verri er, er,  at henda gongdin ger tað uppaftur truplari at sleppa av við kolaorku, sum er tann, ið dálkar mest.

Víst verður á at fyri at sleppa londum so sum Pólandi undan at brúka dálkandi kol í síni orkuframleiðslu, so er gass rætta leiðin fram í løtuni. Týskaland, sum er stórbrúkari av gassi, fer at hava ilt við at vera gass fyriuttan, nú tað skal sleppa sær av við bæði kol, olju og kjarnorku. Hóast stórar íløgur í bæði vind- og sólorku, so megna tær ikki einsamallar eftirspurningin eftir orku.

Nú hevur so ES nevndin sæð seg noydda til at leggja uppskot fram um at loyva framhaldandi framleiðslu av bæði gassi- og kjarnorku fyri harvið at kunna nøkta framtíðar tørvin á orku.

At vilja samtykkja gass og kjarnorku sum grøna og burðardygga orku hevur fingið  fleiri av ES londunum á bakbeinini og hótta tvey teirra, Eysturríki og Luxemburg við at fara til dómstólarnar fyri at steðga uppskotinum, sum eftir øllum at døma kortini fer at verða samtykt.

Umboð fyri Eysturríki sigur, at umrøddu orkukeldur eru hvørki grønar ella burðardyggar. Talan er um einki annað enn eina grønvasking av gassi og kjarnorku. Spania hevur so eisini sett seg upp ímóti uppskotinum. Eisini grønu flokkarnir í ES sum heild eru ímóti uppskotinum. Og hevur m.a. nýggi týski grøni umhvørvisráðharrin víst á, at henni dámar einki uppskotið.

Men risastóri ídnaðurin í Týskalandi, tann størsti í Evropa og ein av motorunum í evropeiska búskapinum, tekur sera væl ímóti uppskotinum frá ES-nevndini. ES nevndin vísir aftur atfinningunum og sigur, at ES hevur samtykt at vera CO2 neutralt í 2050 og er stigið at góðkenna gass og kjarnorku sum part av orkumixinum eitt týðandi stig á leiðini. Tað verður so eisini gjørt fyri at vísa privatum íleggjarum vegin fram. 

Tað eru so eisini tey lond, sum vísa á týdningin at gera Evropa minni heft at russiskum gassi í framtíðini, og tað skal nýggja uppskotið frá ES nevndini m.a. vera við til at stuðla uppundir. Og fyri gassframleiðarar í Evropa so sum Noreg kemur ein slík ætlan sera væl við. Vit síggja eisini, at fleiri av teimum stóru oljufeløgunum, sum m.a. virka í Norðsjónum, eitt nú Shell, so seint sum í hesi vikuni, hava víst á týdningin at menna gassframleiðsluna í Norðsjónum. Stjórin í Shell vísti á ráðstevnu í Portugal í vikuni á, at Shell sær stórar møguleikar at menna gassframleiðslur í Norðsjónum komandi árini. 

BBC ger nógv burtur úr hesum málinum nú um dagarnar og skrivar m.a. á síni heimasíðu: 

"Nuclear and natural gas energy plants could be counted as "green energy" under controversial EU plans just unveiled. The European Commission says it has decided that both types of energy can classify as "sustainable investment" if they meet certain targets.” 

Nú skal uppskotið so til umrøðu í ES tinginum og skal tað avgreiðast innan fýra mánaðir. (Lesið eisini komandi grein á orkan: Kann framtíðar gasstørvurin í Evropa fáa nýtt lív í føroyska leiting?)

Keldur:

BBC, Energy Voice, World Oil, Euractiv

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder