Uttanlands

ES politikarar vilja steðga oljuútbygging við føroyska markið  

Nógv umrødda útbyggingin av olju- og gassleiðini Rosebank eystan fyri Føroyar er nú partur av mótstøðu í pørtum av ES

Framleiðsluskipið, sum nú verður gjørt klárt til nýggju Rosebank leiðina eystan fyri Føroyar

Framleiðsluskipið, sum nú verður gjørt klárt til nýggju Rosebank leiðina eystan fyri Føroyar

2023-04-24 17:33 Author image
Jan Müller
placeholder

Ein bólkur av 40 politikarum í ES hava heitt á bretska forsætisráðharran Rishi Sunak um at steðga ætlaðu útbyggingini av risastóru olju- og gasskelduni Rosebank skamt eystan fyri føroyska markið. Hetta hendir undan eini týðandi orkuráðstevnu.

Leiðarin av bólkinum Michael Bloss frá Grøna flokkinum sigur í einum brævi, sum Bloomberg hevur fingið innlit í, at Rosebank verkætlanin, sum Equinor stendur fyri, hóttir altjóða málini fyri broytingum í veðurlagnum. Har verður víst á, at leiting og útbygging av olju- og gassleiðum stríðir ímóti málinum at avmarka altjóða upphitingina  til 1,5 stig. At steðga útbyggingini av Rosebank vil vera eitt stig á røttu leiðini siga ES umboðini m.a. í brævinum til Sunak.

Níggju lond teirra millum Bretland, Frakland og Týskland eins væl og ES felagsskapurin skulu møtast í belgiska býnum Osted í dag til “North Sea Summit. Roknað verður við at júst spurningurin um Rosebank kelduna fer at fylla mest á fundinum, sum annars skal snúgva seg um samstarvið millum ES og Bretland eftir Brexit.

Enn er ikki endalig avgerð tikin um Rosebank útbyggingina. Bretska stjórnin fer væntandi at geva grønt ljós í næstu framtíð til útbyggingina, nú tað er í tráð við ynskið og politikkin hjá konservativu stjórnini at loyva útbyggingum til tess at gera Bretland meira sjálvbjargið við olju og gassi í framtíðini heldur enn at skula innflyta orku úr eitt nú Russlandi og Saudi Arabia. Í løtuni er upp til eftirlitsmyndugleikan at taka støðu til útbyggingina.

Haraftrat kemur, at norska orkufelagið Equinor skal taka endaliga avgerð um útbyggingina. Eisini tann avgerðin  verður væntandi tikin í næstu framtið helst í juni, nú Equinor alment hevur boðað frá, at bretski parturin av Norðsjónum og eisini økinum vestan fyri Hetland er eitt av kjarnuøkjunum hjá felagnum uttan fyri Norra.

Eftir ætlan skal Rosebank framleiða fyrstu oljuna í 2026. Dagliga framleiðslan verður 70.000 tunnur. Keldan verður mett sum tann størsta í Bretlandi.

Kelda: Bloomberg, Energi Voice

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder