Endamálið er í fyrsta lagið at styrkja náttúruna og endureisa náttúruøki, sum í dag eru illa fyri.
Meira enn 80% av náttúruøkjum í ES eru í sera ringum standi, og við nýggju lógini skulu londini tryggja, at 30% av náttúruøkjum, sum eru í ringum standi, seinast í 2030 skulu verða endurreist til eina betri støðu. Málið fyri 2040 er 60% og 90% í 2050.
Ætlanin hevur verið fyri atfinningum serliga frá høgravendum og kristinkonservativum politikarum í ES tinginum.
Hesir halda, at nýggja lógin er við til at skapa stóra óvissu um framtíðina hjá bóndum í ES londum, sum longu kenna seg at vera undir trýsti í sambandi við royndirnar at áleggja teimum avgjøld til tess at minka um útlátið frá landbúnaðinum.
Kring alt Evropa hava bóndur nú í fleiri vikur mótmælt ætlanunum hjá ES leiðsluni og teimum einstøku londunum at minka um landbúnaðin sum vinnu. Teir kenna seg álvarsliga hóttar, nú ætlanir eru um at seta stór útlátsavgjøld á landbúnaðin.
Hinvegin halda flokkarnir á vinstravonginum, at tørvur er á slíkari lóg, skal tað verða gjørligt at endurreisa náttúruna í Evropa.
Endin á atkvøðugreiðsluni varð, at 329 ES politikarar atkvøddu fyri lógini og 275 ímóti. 24 atkvøddu ikki.
Nù stendur bert eftir, at stjórnirnar í einstøku londunum endaliga góðkenna lógaruppskotið.
Í Danmark hevur ein nevnd sett av stjórnini júst latið úr hondum eina frágreiðing um útlátið frá landbúnaðinum og kemur við trimum uppskotum um, hvussu landbúnaðurin skal vera við til at minka um CO2 útlátið, sum vinnan í dag stendur fyri. Higartil hava aðrir partar av danska vinnulívinum eitt nú ídnaðurin góðtikið at rinda avgjøld fyri útlát.
Óvist er enn, hvat stjórnin fer at gera, nú hon hevur fingið fleiri møguleikar at velja millum. Sambært politiska kjakinum í Danmark seinastu dagarnar, er lítil ivi um, at stjórnin við stuðuli frá fleiri andstøðuflokkum fer at áleggja landbúnaðin at rinda CO2 avgjøld.
Umboð fyri landbúnaðin siga harafturímóti, at hetta fer at undirgrava hesa vinnuna, sum hevur so stóran týdning fyri danska samfelagið.
Keldur: DR
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald