Uttanlands

ES vil banna nýggjari oljuframleiðslu í Arktis

ES ætlar sær at taka stig til at banna nýggja olju-, gass- og kolaframleiðslu í Arktis, hetta fyri at verja økið, sum er sera meint rakt av veðurlagsbroytingum.

Her rørleiðingar í Prudhoe Bay í Norðuralaska, haðani stórar nøgdir av olju og gassi verða fluttar víðari til amerikanska meginlandið. Mynd Arctic Today

Her rørleiðingar í Prudhoe Bay í Norðuralaska, haðani stórar nøgdir av olju og gassi verða fluttar víðari til amerikanska meginlandið. Mynd Arctic Today

2021-10-16 19:13 Author image
Jan Müller
placeholder

Stigið, sum verður tikið av ES-nevndini, er partur av nýggju arktisku strategiini hjá felagsskapinum og sum eisini fevnir um kolvetni og  orkuframleiðslu í Arktis skrivar Arctic Today.

ES vil við hesum stigi gera vart við tess altjóða leiklut, hóast tað kortini bert hevur ein avmarkaðan leiklut í Arktis. ES er ikki limur í Arktiska Ráðnum, hóast trý av limalondunum, Danmark, Finland og Svøríki eru tað. 

“ES vil tryggja, at olja, kol og gass verða verandi í undirgrundini, og tað fevnir eisini um Arktis”, sigur umboð fyri felagsskapin. ES innflytur tó framvegis olju og gass, sum stava frá arktiska økinum, verður lagt aftrat.

ES nevndin ætlar sær at arbeiða saman við øðrum londum at forða fyri, at kolvetnisgoymslur í Arktis og øðrum økjum við verða troyttar. Og heldur ikki at keypa kolvetni, sum kortini verða framleidd har.

[object Object]

Arktis er eitt tað økið í heiminum, har veðurlagsbroytingarnar síggjast best. Tað er vorðið heitari tríggjar ferðir so skjótt sum restin av jørðini seinastu 50 árini skrivar Arctic Today og hevur tað elvt til, at ísurin bæði á landi og til havs er bráðnaður og havflatan hækkað eins og avleiðingarnar tað hevur  fyri permafrostin.

Fyri at kunna gera vart við seg í Arktis hevur ES í umbúnað at lata upp skrivstovu í Grønlandi eins og USA gjørdi í fjør.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder