Uttanlands

Meira russiskt gass til Evropa

Nord Stream 2 gassleiðingin úr Russlandi til Týskalands komin á mál

2021-09-12 16:49 Author image
Jan Müller
placeholder

Tann nógv umstrídda Nord Stream 2 gassleiðingin, sum nú hevur verið í gerð í trý ár ár, er loksins komin leiðina fram - úr Russlandi til Týskalands. Møguliga  verður skrúvað frá fyri gassinum longu í oktober og fer russiskt gass, sum frammanundan røkkur til hundraðtúsundtals húsarhald í fleiri evropeiskum londum gjøgnum aðrar leiðingar, nú í nógv størri mun at verða týðandi orkuveitari til Evropa.

[object Object]

Orsøkin til at gassleiðingin hevur verið og er umstrídd framvegis er tann, at við henni kann Evropa gerast uppaftur meira bundið at orku úr Russlandi í framtíðini. Tvs. at henda støðan kann gerast vandamikil fyri ikki bara orkutrygdina í Evropa men eisini geopolitisku støðuna, har man ímyndar sær, at ein Putin kann skrúva fyri gassinum, tá hann heldur tað ráðiligt fyri at tæna egnum russiskum áhugamálum.

Tað var m.a. henda vanda, sum fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump, gjørdi vart við og tí setti sanktiónir í verk móti øllum teimum fyritøkum, sum vórðu partur av Nord Stream 2 verkætlanini. Tað seinkaði hana nakað, men hetta kom sjálvandi illa við hjá týskum myndugleikum, sum m.a. hava ella eru um at  sløkkja fyri kola- og kjarnorkuverkum, fyri heldur at taka í brúk russiskt gass, tí tað dálkar minni so ella so.

Tá so Joe Biden tók við sum forseti tók hann málið uppaftur við týsku stjórnina og fyri at varðveita tað góða samstarvið millum Týskaland og USA, tók hann av handilsboykottini móti fyritøkum, sum vóru partur av verkætlanini. Men hann gjørdi samtíðis greitt, at um Russland vísti minsta tekin til at vilja brúka gassleiðingina politiskt, so fór tað at fáa álvarsligar fylgjur.

Enn ein spurningur, sum oftani verður tikin fram í sambandi við gassleiðingina, er støðan hjá Ukraina, ið leingi hevur verið bundið at russiskum gassi, men har russar vitandi hava brúkt gassið, sum verður flutt gjøgnum gassleiðing í Ukraina,  til at leggja trýst á landið, tí tað vil nærkast NATO. Nýggja Nord Stream 2 leiðingin fer uttan um Ukraina.

Tað er russiska orkufelagið Gazprom, sum eigur meginpartin av gassleiðingini. Og tað er russiski staturin, sum eigur Gazprom. Russiska gassverkætlanin endar ikki her. Ætlanir eru at byggja eina nýggja LNG verksmiðju eisini, sum eisini skal flyta gass til Evropa. 

At russiska gassið hevur týdning fyri evropeiska marknaðin sást nú um dagarnar, tá tað kom fram, at stór óvissa var um, nær nýggja gassleiðingin verður tikin í brúk. Meðan eygleiðarar hava víst á oktober hevur Putin forseti fyrr víst á, at tað verður helst ikki fyrr enn síðst í hesum árinum.Hetta kann vera taktiskt frá russiskari síðu fyri at vinna sær tíð at fáa tær bestu avtalurnar.  Henda óvissan fekk í farnu viku gassprísirnar at fara upp í loft, nú veturin nærkast og gasseftirspurningurin fer at økjast.

Russland hevur leingi verið ein stórur framleiðari og útflytari av gassi, sum kemur úr Sibira og úr økjum har norðuri í Russlandi. At tað ber til hjá Russlandi at byggja út undirstøðukervið enn meira kemst av, at Russland kann framleiða so mikið nógv gass, at flutningurin longu leiðina til marknaðin kortini er lønandi. Og Evropa hungrar eftir gassi, ikki minst undir grøna orkuskiftinum, nú gass verður brúkt ístaðin fyri olju og kol, har hetta ber til.  

[object Object]

Nógvar eru viðmerkingarnar í altjóða miðlunum - fyri og ímóti - nýggju gassleiðingini, tí hon fer at gera Evropa meira bundið at Russlandi. Eisini eru tað teir eygleiðarar, sum halda tað vera eina margháttliga gongd -  um somu tíð sum meira gass verður innflutt úr Russlandi - at tað  serstakliga frá umhvørvisfólki verður strongt á at minka ella heilt steðga leiting eftir og útbyggingum av nýggjum olju- og gassfeltum í eitt nú Norðsjónum, sum annars skulu til fyri at nøkta framhaldandi eftirspurningin eftir gassi.

Víst verður eisini á, at fer mótstøðan í Evropa móti at gera íløgur í nýggja olju og gass at økjast, so koma vit  í nógvum førum til at skula  innflyta olju og gass úr londum, har tað antin onki eftirlit er við útlátinum og umhvørvisligum árinum, ella har framleiðslan fer fram í londum við einaræðisstýrum. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder