Bretland er ein av teimum týdningarmiklu marknaðunum hjá føroyskari útflutningsvinnu og innflutningurin úr Bretlandi hevur eisini verið vaksandi seinastu árini. Fríhandilsavtalan, sum er gjørd við Bretland líkist fríhandilsavtaluni við ES við teimum avmarkingum, sum er í hesari. Tað merkir sostatt eisini, at tær avmarkingar, sum Føroyar hava í handilsavtaluni við ES eisini eru at síggja í avtaluni við Bretland, eitt nú viðvíkjandi tollfríu kvotunum. Tíverri eru tollfríu kvoturnar, sum ikki fáa álagdan toll til Bretlands samsvarandi minni í nýggju handilsavtaluni stendur at lesa á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag kundi sjálvandi ynskt, at hetta ikki var so, tí tað hevur stóran týdning fyri føroyskar fyritøkur, at tað er fríhandil á so nógvum vørum sum gjørligt. Hinvegin skilir Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini væl, at støðan nú so stutt uppundir Brexit er óvanlig, og at stundir ikki hava verið hjá bretsku stjórini at forhandla handilsavtalurnar av nýggjum. Føroya Arbeiðsgevarafelag væntar tó, at samráðingar skjótt verða um broytingar í handilsavtaluni millum Føroyar og Bretland, og vónandi verða onkrar av teimum forðingum, sum eru “arvaðar” frá fríhandilsavtaluni við ES tá loystar. Eitt nú er upplagt, at felagsnevndin millum Føroyar og Bretland hyggur upp á tollfríu kvoturnar og aðrar viðkomandi handilsforðingar, sum forðar fyri samhandli millum londini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald